Fasta framsýningin við føroyskari list
Kom og uppliv tað besta av føroyskari list! Á Listasavni Føroya kanst tú uppliva føroysku náttúruna og serstaka landslagið umsett til myndir.
Júst nú
Ólavsøkuframsýningin 2021 "GRØN ERU GRÁ HÚS"
Ólavsøkuframsýningin 2021 hjá Listafelagi Føroya letur upp tann 28. juli kl. 15
Serframsýning
Savnsgripir
Listasavn Føroya umsitir eitt stórt savn av føroyskari list. Trýst her fyri at síggja myndir av útvaldum verkum úr savninum og lesa meiri um listaverkini.
Vís savnsgripir
27.07.2021

Á ólavsøku er savnið opið frá kl. 11-20

Vælkomin á Listasavn Føroya á ólavsøku! Vit hava opið 28. og 29. juli frá kl. 11-20.

07.07.2021

Kom og bygg tíni dreyma­hús - Familju­verkstova tann 15. juli

Vælkomin á familjuverkstovuna ‘Dreymahús’ hósdagin tann 15. juli.

05.07.2021

Rundvísing fyri børn 10. juli kl. 14

Leygardagin 10. juli verður rundvísing fyri børn í framsýningini HEIMSTAÐURIN. Rundvísingin er ætlað børnum um 8-14 ára aldur.

KAFÉ
Við stóru vindeygunum, ið venda út ímóti vøkru Viðarlundini, kennist kaffistovan á Listasavninum bæði ljós og rúmlig. Í kaffistovuni er hugaligt og friðsælt at njóta ein kopp av kaffi við onkrum søtum afturvið. Eisini hava vit eitt stórt úrval av listabókum, plakatum og kortum. WIFI er ókeypis.
Les meira
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. mai - 30. september:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00
Á ólavsøku tann 28. og 29. juli er opið frá kl. 11.00-20.00.

Tíðarskeiðið 1. oktober - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands