RUNDVÍSING

Listasavn Føroya bjóðar miðnámsskúlum, tekniskum skúlum og Námsvísindadeildini ókeypis vitjan og rundvísing.

Setið tykkum í samband við okkum á tlf. 22 35 79 ella við telduposti til skular@art.fo.

Vit leggja dent á føroyska listasøgu og hyggja nærri at útvaldum høvuðsverkum í føstu framsýningini á Listasavni Føroya. Vit koma millum annað inn á myndagreining og evni í føroyskari list.

Vit brúka tær skiftandi framsýningarnar til at hjálpa okkum at lýsa eitthvørt evni betur. Eftir ynski kunnu vit eisini hava serstakar rundvísingar í serframsýningunum.

Hava tit sum lærarar hugskot ella ynski í sambandi við eina verk- ella undirvísingarætlan í samstarvi við savnið, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við savnslæraran.

Praktiskar upplýsingar

Tíð: uml. 40 min og í mesta lagi 26 næmingar.

Taskur og jakkar skulu heingjast í klædnaskápið.

Vælkomin á Listasavn Føroya!

+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17

Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.

Við keyp av árskorti, kanst tú velja tær eina ókeypis plakat.

Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands