RUNDVÍSING

Listasavn Føroya bjóðar dagstovnum og frítíðarskúlum ókeypis vitjan og rundvísing. Setið tykkum í samband við okkum á tlf. 22 35 79 ella við telduposti til skular@art.fo.

Vit fara á rundferð í framsýningini á søguteppinum og práta um ymisk listaverk. Vit brúka hugflogið og røra við onkur listaverk. Rundvísingarnar taka støði í eini samrøðu millum børnini og savnslæraran, har vit práta um hvat vit síggja, og um litir, skap og myndevni. 

Í forhøllini eru tvey borð, har til ber at hugna sær við ymiskum kreativum uppgávum. Tit kunnu tekna og leggja litir á postkort og myndir frá savninum, loysa uppgávur um listaverk o.a.

Hava tit sum námsfrøðingar hugskot ella ynski í sambandi við eina evnisviku ella annað í samstarvi við savnið, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Praktiskar upplýsingar

Tíð: uml. 20 min og í mesta lagi 12 børn.

Taskur og jakkar skulu heingjast í klædnaskápið.

Vælkomin á Listasavn Føroya!

+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17
Atgongd
Vaksin: 110 kr.
Lesandi: 30 kr.
Pensjonistar: 90 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 80 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 220 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 380 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.

Við keyp av árskorti, kanst tú velja tær eina ókeypis plakat.

Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands