March 22, 2024

Listasavn Føroya lýsir eftir nýggjum stjóra

Starvið sum stjóri á Listasavni Føroya er við hesum leyst at søkja, og ætlanin er at seta stjóran frá 1. juni 2024 at rokna.

Listasavn Føroya er tjóðlistasavnið í Føroyum.

Listasavnið hevur til endamáls at fáa til vega, skráseta og varðveita føroyska myndlist í fortíð og nútíð umframt at virka fyri gransking og miðling við denti á tað, sum savnið eigur. Listasavnið varpar eisini ljós á útlendska myndlist við týdningi fyri føroyska list umframt list úr Norðuratlantsøkinum.

Stjórin er listaligi og umsitingarligi leiðarin á Listasavni Føroya við ábyrgd mótvegis stýrinum á savninum.

Stjórin skal tryggja menningina av savninum sum leiðandi stovnur í Føroyum innan myndlist umframt leiklutin sum fremsti aktørur á økinum, tá umræður útlond.

 

Uppgávur

Stjórin hevur til uppgávu:

  • At røkja dagliga raksturin, undir hesum umsiting, samsvarandi endamáli savnsins og innan fyri givnu fíggjarligu karmarnar.
  • At menna mannagongdir fyri keypi, skráseting, varðveitslu, gransking og miðling, undir hesum talgilt samskifti, innan fyri karmarnar av yvirskipaðari visjón fyri virksemið á savninum.
  • At seta í verk hesar mannagongdir sambært einari nærri raðfesting av virkisøkjum.
  • At ráðgeva og samstarva við almennar myndugleikar, føroyska listalívið, søvn, stovnar, skúlar og almenningin sum heild.


Fakligir førleikar

Umsøkjarin skal hava listasøguliga útbúgving á kandidatstigi – ella:
eina líknandi listafakliga ella savnsliga útbúgving við royndum, sum metast at geva fakligu førleikarnar til at røkja starvið.

Umsøkjarar við savnsroyndum hava fyrimun.

Tað verður mett sum ein fyrimunur at hava leiðsluroyndir á savni og/ella kunnleika til búskap og umsiting.

 

Persónligir førleikar

Umsøkjarin skal vera førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, hava góðar samskiftis- og samstarvsførleikar umframt vera ágrýtin og nýskapandi við virðing fyri tí, sum sermerkir savnið.

 

Lønarviðurskifti og setanartreytir

Stýrið setir stjóran. Starvið er fulltíðarstarv og er tíðaravmarkað til 5 ár við møguleika fyri leinging í 3 ár. Starvið verður lønt sambært 36. lønarflokki í lønartalvuni hjá tænastumonnum landsins. Tó uttan at vera tænastumannastarv.

 

Samband

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stýrisformannin Niels Christian Nolsøe, telefon + 298 57 09 05, nich.nolsoe@gmail.com.

 

Móttakari

Umsóknin við avriti av útbúgvingarprógvum, CV og týðandi skjølum skal sendast til:

Listasavn Føroya

Att. Niels Christian Nolsøe, stýrisformaður

Gundadalsvegur 9

Postboks 1411

FO-110 Tórshavn

Umsóknin skal vera Listasavni Føroya í hendi áðrenn 31.3.2024

 

Listasavn Føroya var stovnað sum sjálvsognarstovnur í 1989 við stýri sum telur fýra limir, sum Listafelag Føroya, Føroysk Myndlistafólk, Tórshavnar Kommuna og Almanna- og Mentamálaráðið velja.

Savnið verður rikið sambært viðtøkum fyri Listasavn Føroya frá 4.7.2016 við fígging, sum stavar frá rakstrarjáttan á Løgtingsins fíggjarlóg, egnum inntøkum umframt stuðli frá Tórshavnar kommunu.

 

Les meira um søgu savnsins her <<

April 12, 2024

Exhibition Opening: "The Body"

The new special exhibition, ‘the Body’, opens on Friday, the 19th of April, at 4PM-6PM.
Les meira
February 8, 2024

Shrovetide mask at the National Gallery of the Faroe Islands

8 February - 12 February 2024.
Les meira
February 1, 2024

Listasavn Føroya will have a new director

Karina Lykke Grand lands a major position in Denmark.
Les meira
January 21, 2024

Vetrarjazz at the National Gallery of the Faroe Islands

26 and 27 January: two free concerts
Les meira
December 21, 2023

Merry Christmas - we'll be open again 15 January

Merry Christmas and a Happy New Year! We look forward to welcome you in 2024.

The National Gallery will be open from the 15 January.

Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17






Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands