Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.
Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17
Í summarhálvuni, frá juni til og við august, er hugnalig kafé í móttøkuni á Listasavninum.
Við stóru vindeygunum, ið venda út ímóti vøkru viðarlundini, kennist móttøkan á Listasavninum bæði ljós og rúmlig. Móttøkan er miðdepil í húsinum og er hjartað, sum knýtir framsýningarhølini saman.
Í móttøkuni á Listasavninum kanst tú njóta eina hugnaliga løtu áðrenn ella aftaná eina uppliving á savninum. Barnafamiljur kunnu seta seg við barnaborðini at gera ymiskt kreativt saman.
Kaféin er afturlatin í vetrarhálvuni, men til ber at keypa kaffi og góðgæti.
Vit hava eisini eitt úrval av føroyskum tíðindabløðum og listatíðarritum, sum tú kanst blaða í.
Tað er ókeypis Wi-Fi í kaféini.
Vælkomin!