Páskaklipp á Listasavninum
Í páskafrítíðini hevur Listasavn Føroya opið allar dagar.
Í páskafrítíðini, frá leygardegnum 23. mars og til og við mánadagin 1. apríl, hevur Listasavn Føroya opið ALLAR dagar frá kl. 11 – 16.
Kafe List hevur eisini opið!
Møguleiki er fyri at hugna sær í forhøllini við páskaklippi og borðspølum heilt ókeypis.
RUNDVÍSINGAR:
Tvær rundvísingar verða í føstu framsýningi mánadagin 25. mars, týsdagin 26. mars og mikudagin 27. mars kl. 11:30 og 13:30. Tá atgongumerkið til savnið er goldið, eru øll vælkomin við. Rundvísingarnar eru ókeypis, um tú eigur árskort til Listasavn Føroya ella ert millum 0 og 20 ár. Rundvísingarnar eru serliga ætlaðar familjum og børnum, men øll eru vælkomin.
Undantilmelding er ikki kravd, men gevið gætur at møguleiki er fyri, at rundvísingin er fult teknað, so komið heldur í góðari tíð.
Rundvísingin er umleið 30 minuttir.
Exhibition Opening: "The Body"
Shrovetide mask at the National Gallery of the Faroe Islands
Listasavn Føroya will have a new director
Vetrarjazz at the National Gallery of the Faroe Islands
Merry Christmas - we'll be open again 15 January
Merry Christmas and a Happy New Year! We look forward to welcome you in 2024.
The National Gallery will be open from the 15 January.