Kroppurin er avmyndaður til allar tíðir í skiftandi hami. Frá fyrstu holumyndunum, til grikskar standmyndir av idealkroppum, til suðureuropeiskar málningar av naknum kroppum. Seinni verður kroppurin eisini viðgjørdur bæði politiskt og konceptuelt og sjóneykan verður sett á partar av kroppinum og sansaligar upplivingar. Men hvussu sær kroppurin út í føroysku listini?
Serframsýningin fevnir um listaverk, ið viðgera kroppin á ymsan hátt. Føroysk listafólk hava millum annað avmyndað kvinnur við barn og fyrstu tíðina, har lítla barnið er tætt tengt at umsorganarpersóni. Eisini eru verk, ið viðgera tað kropsliga og biologiska – tár, kyknur, likamslutir. Nærlagdar studiemyndir av kroppinum og meiri hugfloygdar myndir við kroppinum sum útgangsstøði, verða eisini at síggja. Meðan summi verk eru leikandi løtt, er tilvitanin um at lívstráðurin ikki er endaleysur, til staðar í øðrum verkum. Vælkomin til serframsýningina um kroppin, har tú kanst uppliva kroppin viðgjørdan í føroyskari list.
Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk:
Rannvá Holm Mortensen, Sigrun Gunnarsdóttir, Guðrið Poulsen, Elin Josefina Smith, Hans Pauli Olsen, Edward Fuglø, Poul Horsdal, Erla Marita Askham, Rannvá Kunoy, Alda Mohr Eyðunardóttir, Dan Helgi í Gong, Jón Sonni Jensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Lydia Hansen, Jóhan Martin Christiansen og Ole Wich.
Framsýningin er stuðlað av Statens Kunstfond.