Listfakligur ráðgevi til listprýðingar hjá landinum

Listasavn Føroya søkir eftir listfakligum ráðgeva til at umsita og menna arbeiðið við listprýðingum hjá landinum.

Vit leita eftir einum starvsfólki við breiðum listfakligum førleikum og royndum við verkætlanararbeiði til at samskipa, ráðgeva og menna mannagongdir fyri listprýðing í byggiverkætlanum hjá landinum. Starvið er hálvtíðarstarv og fevnir millum annað um at vegleiða byggiánarar og listprýðisnevndir, skráseta listprýðingar hjá landinum og tryggja, at list verður hugsað inn í byggiverkætlanir hjá landinum á einum fakliga høgum stigi.

Almenn listprýðing er ein týdningarmikil partur av okkara felags umhvørvi. Hon er við til at skapa dygd, samleika og upplivingar í almenna rúminum, og tí krevur arbeiðið bæði listfakligt innlit, skipanarligt yvirlit og góð samstarvsevni.

Tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólk í Landsverki, byggiánarar, ráðgevar og onnur, sum eru knýtt at byggiverkætlanum hjá landinum. Starvið er á Listasavni Føroya og verður undir leiðslu av savnsstjóranum.

 

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um at:

ráðgeva byggiánaranum um listprýðing í byggiverkætlanum hjá landinum

ráðgeva listprýðisnevndum, ið verða settar í sambandi við byggiverkætlanir hjá landinum

ráðgeva landsstýrisfólki og myndugleikum í málum um listprýðing

menna mannagongdir og fakligar karmar fyri arbeiðið við listprýðingum hjá landinum

menna og føra skrá yvir listprýðingar og aðra list hjá landinum

ráðgeva í málum um viðlíkahald, varðveiting og umvæling av listprýðingum hjá landinum

 

Vit vænta, at tú:

hevur viðkomandi listfakliga útbúgving

hevur royndir við at samskipa verkætlanir

hevur góðan kunnleika til list og føroyska mentanarøkið

dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað

hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða tvørtur um fakøki

hevur góðar málsligar førleikar

 

Starvið er hálvtíðarstarv og verður sett frá 1. juli 2026 ella skjótast gjørligt eftir tað.

Starvið verður lønt eftir viðkomandi sáttmála.

Soleiðis søkir tú:

Send umsókn og lívsrensl til solveig@art.fo í seinasta lagi mikudagin 27. mai kl. 12:00

Vit vænta at kalla inn til samrøðu í vikuni eftir umsóknarfreistina.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Solveig Hanusardóttur Olsen, savnsstjóra, á solveig@art.fo og tel. 21 42 82

Les meira um Listasavn Føroya á art.fo

+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17

Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.
Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.

Við keyp av árskorti, kanst tú velja tær eina ókeypis plakat.

Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands