Fasta framsýningin við føroyskari list
Kom og uppliv tað besta av føroyskari list! Á Listasavni Føroya kanst tú uppliva føroysku náttúruna og serstaka landslagið umsett til myndir.
Júst nú
Serframsýning: Bent Restorff
11. apríl 2025 – 19. oktobur 2025.
Serframsýning
Savnsgripir
Listasavn Føroya umsitur eitt stórt savn av føroyskari list. Trýst her fyri at síggja myndir av útvaldum verkum úr savninum og lesa meiri um listaverkini.
Vís savnsgripir
26.06.2025

Lyon Hansen við bólki á Listasavni Føroya

Sunnudagin 6. juli kl. 16 kemur Lyon Hansen at spæla konsert á Listasavni Føroya.

26.06.2025

Julie Sass í forhøll­ini til og við 29. juni

Hevur tú sæð hugtakandi og poetisku myndirnar hjá Julie Sass? Myndirnar hanga í forhøllini á Listasavninum til og við sunnudagin 29. juni.

04.06.2025

Ólavsøku­framsýningin 2025

Verk til Ólavsøkuframsýningina.

Kafé
Við stóru vindeygunum, ið venda út ímóti vøkru Viðarlundini, kennist kaféin á Listasavninum bæði ljós og rúmlig. Í kaféini Rosa Villosa er hugaligt og friðsælt at njóta ein kopp av kaffi við nýbakaðum køkum afturvið ella eitt glas av víni og eina lætta máltíð. Eisini hava vit eitt stórt úrval av listabókum, plakatum og kortum. Wifi er ókeypis.
Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17

Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)
Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands