Julie Sass í forhøllini til og við 29. juni
Hevur tú sæð hugtakandi og poetisku myndirnar hjá Julie Sass? Myndirnar hanga í forhøllini á Listasavninum til og við sunnudagin 29. juni.
Framsýning í forhøllini á Listasavni Føroya við nýggjum myndum eftir Julie Sass (DK).
Julie Sass hevur útgivið eina nýggja listabók við tekstum og myndum. Tekstirnir eru týddir til føroyskt og Julie Sass hevur teknað og málað tekstirnar, sum verða vístir fram saman við myndunum úr bókini.
Um listabókina og myndirnar
Hvat siga vit við hvønn annan í telefonini, gjøgnum sms-boð, í bussinum? Hálvir setningar vevjast saman og verða til visuellar løtumyndir í nýggju listabókini eftir Julie Sass. Tekstir og myndir eru knýtt saman í eina opna, inniliga og brotakenda frásøgn. Hvør tekstur kann lesast fyri seg ella sum ein søga.
Talan er um 43 hondskrivaðar tekstir við hvør sínari mynd. Myndir og tekstir renna saman og eru skipað sum opin og visuell brøv. Tilvísingar eru til landsløg og náttúru, skulptur og mentanararv. Tekstirnir rúma eisini einføldum og skemtiligum samrøðum, og litbrigdini eru einføld. Tekningarnar eru abstraktar, men fáa okkum at hugsa um okkurt, vit kenna aftur, bæði í innihaldi og formati.
Hurricane Publishing hevur útgivið listabókina í 2024.
Um listakvinnuna
Julie Sass er donsk listakvinna, ið er útbúgvin frá danska kunstakademiinum og New York University (MFA). Listakvinnan hevur givið út fleiri bøkur og hefti, serliga í sambandi við framsýningar, ið hon hevur skipað fyri. Julie Sass hevur luttikið á fleiri framsýningum í Føroyum og útlondum.
Vit hava opið hvønn dag frá kl. 11-17.
Vælkomin!