Bent Restorff (1922-79) er ein óvanligur føroyskur listamaður. Hansara leið móti listini var longri enn hjá flestøllum listafólkum. Hetta var kanska tí, at frítíðarmálarin, sum annars var byggifrøðingur, ongantíð fekk nakra grundleggjandi listaútbúgving. Tað er ikki fyrrenn í 1970-árunum, at yrkismálarin vinnur á áhugamálaranum, sum tó eisini hevði latið listaligar ljósglottar úr hondum áðrenn hetta.
Longu tíðliga varð Bent Restorff lýstur at vera eitt leitandi listafólk. Hann fann heldur ongantíð sín heilt egna listabúna, tí sjálvt tey seinastu tíggju árini av hansara listalívi síggjast óvæntaðar stílbroytingar. Um hetta mundið er Havnin, økini uttanum og serliga havnarlagið høvuðsmyndevni hjá listamanninum, ofta lýst í fleiri verkum á rað sum eitt tema við frábrigdum. Tað var ein heimur, sum hann lýsti bæði naturalistiskt og abstrakt, summar tíðir við denti á eftirgerð, annars við denti á frælsi, men eisini við ymiskum stílfrøðiligum frábrigdum.
Nógvir málingar frá hesum tíðarbilinum eru breitt og hegnisliga skitsaðir, men grovligar og frumkendar lýsingar eru eisini at síggja undir liðini á fínliga og týðiliga málaðum myndum. Av og á fer listamaðurin yvir í reinar abstraktiónir, enntá av geometriskum slag, fyri ikki at tala um tær ekspressionistisku figurímyndingarnar, sum eisini eru at finna bæði
í hansara fyrra og seinna verki.
Tað sama umskiftiliga lagið er eisini galdandi fyri litirnar, har sterkir og heitir litir knappliga koma fram millum teir vanliga bleiku og kaldligu pastelllitirnar, eins og tjúkdin í málingini kann vera ymisk. Í hesari
stilistisku renningini aftur og fram eru eisini týðiligar slóðir eftir onnur føroysk listafólk har Poul Horsdal, Thomas Arge og ikki minst vinmaðurin, Ingálvur av Reyni, eru tær týdningarmestu.
Tá ið tað er sagt, er Bent Restorff samstundis listamaðurin handan nakrar av fínastu koloristisku málningum í føroyskari list. Hesir málningarnir eru eyðkendir av kaldligum yndi og tola at verða bornir saman við tað besta í føroyskari list yvirhøvur.
Samanumtikið ljómar hansara list av frøi um litin í egnum rætti og er ikki bara ein máti at eftirgera náttúruna. Her merkist eisini hansara frígjørda og óskúlaða tilgongd, sum annars eisini førdi til tann allarfyrsta, púra abstrakta málningin í føroyskari list. Á tann hátt var Bent Restorff amatørur í orðsins besta týdningi.
Uppseting. 1946. Olja á lørift, 66 x 64. Privatogn
Tann fyrsti púra abstrakti málningurin í føroyskari list. Ein hálvur gittari kennist aftur, men annars sleppur myndin sær undan, at vit skilja, og tað er kanska ikki av tilvild, at tað grøna aldandi skapið í miðjuni við tí appilsingula kringinum undir, minnir um eitt spurnartekin. Gittarin er fastur at síggja í franskari kubismu, men annars má tað hava verið ein endurgáva av einum verki úr teirri abstraktu surrealismuni, sum hevur sett Bent Restorff í gongd.
Par við havið. 1953. Olja á lørift, 62 x 57 cm. Privatogn
Eitt menniskjapar við sjógvin – starandi móti sólini yvir sjónum – eitt myndevni við rótum frá S. J.-Mikines og undan honum Edvard Munch. Sólin sum lívgevandi máttur, menniskjan møtir náttúruni og sær sjálvari, ein mynd við symbolistiskum innihaldi við eksistentiellum dámi. Til hetta stuðlar skipið og tess yvirtónar av ferð og farvæl uppundir, men so gerandisliga er tað eitt nútímans dampskip, sum fer avstað.
Á Velbastað. 1973. Olja á træ, 50 x 60 cm. Listasavn Føroya
Meðan S.J.-Mikines og Ingálvur av Reyni høvdu málað útsýnið frá Velbastað út eftir sjónum móti Koltri, er Bent Restorff farin oman í fjøruna og í staðin hyggur hann niðan líðina móti skjøldrunum á trimum húsum í bygdini. Við hesum avmarkar hann eisini rúmvirkningin á myndevninum til fyrimuns fyri modernaðan flatumálning, har ein ljós og blíð litverð breiðir seg út fyri okkara eygum við einum ríkidømi av løttum grønligum litbrigdum við ljósareyðum og ljósabláum teigum. Summardámur og abstraktión ganga her upp í eina hægri eind.
Fjøll. 1973. Olja á plátu, 51 x 60 cm. Privatogn
Landslagið er her umskapað til ein prýðiligan flatumálning við abstraktum dámi, har skuggamyndin ræður, og rúmið er næstan horvið. Ein sterkur ljósagulur litur sker ígjøgnum tað kaldliga litavalið, har gráblátt og – violett ræður, men liggja kortini ikki so langt burtur frá teimum ljósagrønu teigunum. Fínleiki í skapi og liti eyðkennir hesa einligu svaluna í listini hjá Bent Restorff.
Hús á gulum nýslignum bø. 1973. Olja á plátu, 23,5 x 22,5 cm. Privatogn
Á hesi litføgru tríbýttu landslagsmynd standa tvey myrk hús í miðjuni, annað er grønligt og hitt er ein myrkagráur skjøldur við líka myrkum, men ókendari bakgrund. Tey standa tungt á gulum øki, sum kann vera nýsligin bøur. Forgrundin er leskiliga grøn og appilsingul, mótsett kalt bláa himmalinum í bakgrundini.
Eygnarivið er guli, tjúkt málaði – pastosi – bletturin millum húsini. Hann skyggir á tekjuni, og myrkaguli ovalurin mitt í tí sóljugulu forgrundini er kanska ein sáta. Tað hugtakandi er fruktagóðu litirnir, gult móti grønum, appilsingult móti grønum og gulum móti ísbláari luft. Mótsetningarnir, ið halda øllum í javnvág, eru myrku litirnir í rípuni tvørtur um flatan við húsunum í miðdepli.
Ein hugtakandi abstraherað landslagsmynd við húsum á nýslignum bø.
MM
Rent Restorff & Ingálvur av Reyni (1920-2005):
Bygd við havið. 1973. Olja á platu, 62 x 81 cm. Privatogn
Sjálvandi er hendan myndin – í Ingálvsa stíli – mest ein skemtisøga, men hon er eisini dømi um teirra vinalag. Tá Ingálvur var í París í tríggjar mánaðir í 1973, slapp Restorff at læna starvsstovuna hjá honum á Lützentrøð, og her kundi hann arbeiða meira frítt enn undir trongu umstøðunum heima við hús. Ikki fyrrenn í 1977, tvey ár áðrenn hann doyði, fekk hann egna starvsstovu.
Hús í eysturbýnum. 1973. Olja á lørift, 60 x 80 cm. Privatogn
Bent Restorff gav Ingálvi av Reyni myndina í 1973, kanska sum tøkk fyri, at hann slapp at lána verkstovuna, har málningurin eisini var málaður sambært Árna av Reyni. Húsini líkjast byggikubbum, og teirra terningar og tekjur skapa eina eitt sindur óruddiliga kubistiska kompositión. Í sama anda er tað næstan skemtiliga litavalið við grønum, grøngulum, gulgrønum, reyðbrúnum og ljósablaum móti myrkabláa sjónum og himmalinum.
Undir Skælingsfjalli. 1974. Olja á lørift, 50 x 65 cm. Listasavn Føroya
Teir forskotnu klettaflatarnir niðan fyri fjallið er myndevnið ella rættari støðið undir hesum málninginum, sum í grundini er eitt uppkast í bláum og violettum við einum sindri av grønum og eitt øki av ljósum appilsingulum sum mótsetningslitir til alt tað kaldliga. Abstraktiónin kemur eisini væl fram í stoffkenda máliháttinum, sum saman við uppbýtinum í teigar gera hvønn teirra til ein lítlan abstraktan heim í sjálvum sær. Okkara uppmerksemi sveiggjar tískil millum part og heild.
Skip á Vestaruvág, nátt. 1975. Olja á lørift, 65 x 90 cm. Privatogn
Skip á Vestaruvág, dagur. 1978. Olja á lørift, 50 x 65 cm. Privatogn
Bacalao er bakgrund í fleiri av myndunum við skipum á Vestaruvág. Í náttarmyndini glitra gult og reytt í tí myrkabláa – sum hjá van Gogh!
Slupp á Vestaruvág. 1975. Olja á lørift, 55 x 75 cm. Privatogn
Sluppin Westward Ho er høvuðsleikarin í ikki færri enn trimum málningum við Bacalao í bakgrundini, sum eru málaðar við einum ára millumbili.
Í hesum málninginum er sluppin týðilig og linjurnar meira prýðandi, eins og verksmiðjan er nærri at síggja. Móti grønbláu myrku skuggamydini í forgrundini, stendur tann ljósa bakgrundin í mótsetningslitunum ljósagrønt og reyðviolett. Ein lítil “frek”, appilsingul boya damlar mitt í øllum tí myrkabláa og myrkagrøna.
Vetrarmorgun, Tinghúsvegur. 1975. Olja á lørift, 65 x 80 cm. Privatogn
Eitt dømi um Bent Restorffsa djørvu handfaring av litinum! Tað appilsingula og tað gula í vetrarsólini smella móti myrkabláu og bláviolettu skuggamyndini av húsunum, sum eisini rúma ein mótsetning millum ljóst og myrkt. Tann sterki litmótsetningurin hóskar væl til breiðu og ógvisligu strokini. Hinvegin geva tann blágrøni skjøldurin og lyktarpelin ein ávísan fínleika til alt tað ráa.
Úr Havn. 1976. Olja á lørift, 65 x 90 cm. Tórshavnar kommuna
Viðhvørt bjóðar veruleikin seg fram at verða abstraheraður. Eitt dømi er húsini í Vágsbotni við dómkirkjuni í baksýni. Um listamálarin sumar langt inn á motivið, verður tað av sær sjálvum ein flatakompositión, serstakliga tá heildin hevur sama litdám. Bæði abstraktión og heildarlitur eyðkennir hesar báðar málningar úr Vágsbotni. Tann málningurin, har keiin ikki er við, minnir um l’heure bleu (blái tímin um kvøldið) takkað veri myrka bláa og violetta litinum.
Bygd. 1977. Olja á plátu, 23 x 25 cm. Listasavn Føroya
Ein stórfingin mynd, hóast hon er lítil í vavi. Sjálvt um útsýnið er vítt, heldur kompositiónin skipað í løgum myndevninum á myndaflatanum. Ógvisliga grávioletta skuggamyndin av fjallinum stendur knívhvøss millum tann gula himmalin og gulgrøna bøin. Lýsandi bøurin fær uppaftur meira mátt frá tí myrkabláa húsinum, eins og tey reyðbrúnu húsini teirra megin hála sevjugrønu forgrundina uppeftir. Koloristiska loftlopið lendir tó trygt á beinunum.
Uppseting. 1978. Olja á lørift, 50 x 60 cm. Privatogn
Úr starvsstovuni? Fýrakantarnir líkjast málningum, og hillin í forgrundini kundi verið arbeiðsborð (sí eisini: Máliborðið. 1974, Listasavn Føroya). Málningurin er tó fyrst og fremst ein abstrakt kompositión í bláum, violettum, turkis og grønbláum litum við strokum av brúnappilsingulum sum hóvligt mótspæl. Ingálvur av Reyni keypti málningin á framsýning til minnis um Bent Restorff í 1979, sjálvandi sum eitt minni um vinmannin og starvsbróðurin, men kanska eisini orsakað av, at myndin minti um verk eftir danan Immanuel Ibsen, ein av stóru fyrimyndunum hjá Ingálvi.
Hús fram við gøtu. 1978. Olja á lørift, 28,5 x 43,5 cm. Listasavn Føroya
Mitt í tíðini við kaldligum og bleikum litavali koma av og á litríkar myndir undan kavi – sum henda koloristiska brestiperlan við sterkum reyðum, gulum, grønum og bláum á bikasvartari bakgrund. Tann annars breiði og leysligi málihátturin er her eisini sleptur, og í staðin kemur ein grovlig og ógvislig stoffkensla, sum á sín hátt umskapar eitt friðarligt myndevni við húsum við eina gøtu og við einari á til eina ekspressionistiska sálarmynd.
Útsýni av Svínaryggi. 1979. Olja á lørift, 87 x 97 cm. Listasavn Føroya
Myndin vísir útsýnið, kanska úr Kagganum, oman í Havnina við gamla kirkjugarðinum í forgrundini til vinstru og Bacalao, sum í bakgrundini trónar yvir havnarlagnum, har eisini ein ovurstórur krani dagar langt uppundan – alt samalt týðiliga málað við fínum veikum linjum. Litavalið er kaldligt mest við bláligum, minni við grønligum litbrigdum við einum mjúkum mótspæli frá ljósareyðu og reyðbrúnu pørtunum av húsunum og bygningunum.






