Randi Samsonsen (1977)
When will you see you like I do
2022
Ull, stál, træ, plast, papp, jarn
Tøkni: heklað
Í 2022 skrivaði listaummælari Kinna Poulsen soleiðis, um innsetingarnar hjá Randi Samsonsen, ið tá vóru at síggja í matvøruhandlum kring landið:
Kinna Poulsen, Listaportal 2022:
"...Standmyndirnar eru bleytar og sýnast um somu tíð einfaldar og kompleksar, ítøkiligar og abstraktar, fjálgar og gátuførar. Tilfarið tykist banalt onkursvegna og minnir um barndóm og heklaðar grýtulappar samstundis sum verkini við sínum larmandi infunktionaliteti og monumentalu stødd heilt týðiliga eru annað og meira enn hugnalig. Í staðin tykjast tey ágangandi og full av ósøgdum spurningum. Tilfarsliga snýr tað seg um vondina, tað taktila í heklingini, hvussu vit sansa tilfarið, hvussu okkara húð minnist heklaðu yvirflatuna. Tilfarið er eisini hugsað sum mótsetningur til alt annað massaframleitt tilfar inni í matvøruhandlinum, ið fyri tað mesta er papp, plastikk og metal.
Við at seta verkini inn í ein matvøruhandil og onnur støð, sum vit ikki sambinda við nakað listaligt, vónar listakvinnan at fáa okkum at steðga á og at bróta okkum av í okkara automathugsan, tá vit keypa inn. Talan er ikki um eitt politiskt kapitalismumótmæli sum so og kortini gevur tilfarið hugsamband við tey politisku, antimaterialistisku sjeytiárini. Listakvinnan missir eitt sindur av stýringini á sínum verkum, tá tey verða sett inn í eitt høli, sum einki hevur við list at gera, har tað ikki ber til at stuðla seg upp móti einum listaligum umhvørvi ella teimum ritualum, sum merkja hetta umhvørvið. At missa stýringina er ikki so galið sambært Randi Samsonsen; av hesum lærir hon hvat verkini, áskoðarin og hon sjálv megna og hetta er eitt befríilsi, heldur hon. Sama slag av opinleika hómast í heitinum, Nær fert tú at síggja teg sum eg? Hetta er ein opin spurningar, ið kann ganga fleiri vegir, antin tað er ein filosofiskur tilveruspurningur ella áskoðarin, ið spyr standmyndina, ella tað er standmyndin, sum spyr áskoðaran..."
Jóhan Martin Christiansen (1987)
Jeppe svevur
2023-24
Koparprent í rammum, løk
Tráan er ein inngrógvin partur av søguni um elskarar og um kroppar. Í roynd og veru lá ein tráan eisini í royndunum at skriva hendan tekstin. Tráanin eftir, at hesin teksturin skuldi verða til; og eisini, at hann skuldi snúgva seg um tráan. Men so líðandi, tí at alt – tekstur, kroppar … serliga kroppar, og eisini elskarar –stigvíst er vorðið alment, givið til tað, sum er uttaná og sum millum annað fevnir um tann ofta autokratiska almenna pallin og ta fylgjandi politiseringina, ið ikki slepts undan, gjørdist tað fyri mær ógreitt: Gevur tað framvegis meining at tosa um tráan?
Ikki bert tí, at tráanin– eins og so nógv annað – varð avmarkað, umskapað til eina vøra ella til nakað, ið vit nýta til at máta og meta um eitthvørt í royndini at varðveita samleikar. Heldur var tað tí, at hesin ivin um spurningin um tráan elvdi til ein annan trupulleika: trupulleikan við at finna ella varnast tey rúmini við veruligum nærleika, ið framvegis eru eftir.
Í 1991 vóru stórar myndir av tómu songini hjá Felix Gonzalez-Torres (hetta skuldi eitast at vera hansara veruliga song) sýndar fram á lýsingartalvum ymsastaðni í New York City. Talan var um eina mynd, sum øll kundu kenna seg aftur í, og sum vit øll allarhelst áttu okkara egnu útgávur av. Myndin av rukkaðum seingjarklæðum, av merkjum í koddunum eftir tveimum høvdum, eitt tekin um teir kroppar, ið høvdu verið har, ein leivd av svøvni og tílíkum gátuførum náttarviðurskiftum og gerðum. Ein farri av privatlívi, av lívinum hjá tveimum. Hjá hinum – hinum fólkunum, hinum elskarunum – sum vit ongantíð fóru at kenna, líka mikið, hvussu væl vit kendu myndina, og hvussu gerandislig hon tykist fyri okkum, og líka mikið, hvussu nógvar samlíkar myndir vit sjálvi áttu.
Sjálvandi var boðskapurin í hesum førinum politiskur. Eins og hann helst – tá á døgum– mátti vera. Av tí at vit skiltu hesa myndina so inniliga, sum nú brádliga varð avhyljað av støddini og staðsetingini, gjørdist fráveran av kroppunum sjónlig, og vit merktu hana, og hetta undirstrikaði harvið trupulleikan við tí, at kropparnir vóru burtur. Við øðrum orðum var talan um deyðan.
Deyðin: enn ein felagsnevnari í lagnunum hjá kroppum og elskarum.
Vit spola fram til nútíðina.
Í Jeppe Sleeping er songin ikki tóm.
Men áðrenn tú uppfatar hetta sum eitt politiskt átak aftrat (tí politiska dámar jú at krøkja seg í alt, tá ið tað snýr seg um átøk í søguni um queer brøgd), latið okkum so heldur ganga út frá, at lívið gongur undan politikki og ikki øvut. Í staðin fyri eina fráveru síggja vit nú eina hjáveru. Ein hjávera, sum er týðilig og ítøkilig – upp á allar mátar. Hyggja vit at verkinum frá hesum sjónarmiðinum, so byrjar Jeppe Sleeping sum eitt slag av staðfesting; hetta tess meira tí, at ein og hvør strika ber í sær tann møguleikan at virka sum ein staðfesting, við at vera ein innskrift, við at vera nakað, ið er uttaná, ein váttan. Men í hesum førinum, hóast verkið er vorðið tilevnað við tí hátíðarligu gerðini, sum tað at gravera er, við rørsluni at skera, at halda fast við sítt við áhaldandi at trýsta, so førkar verkið seg kortini ein annan veg.
Aftan fyri verkið er framvegis ein gerð, sum staðfestir eina hjáveru ígjøgnum vald. Tað at skera strikur ígjøgnum tað evnisliga á yvirflatunum avdúkar ein reinan ítøkileika , sum við sínum áhaldandi og dekonstruerandi verkseting av strikuni noktar at biðja um umbering.
Samstundis er talan um eina gerð, sum er sprottin úr og vendir sær til nærleikan, og harvið fær hon eitt skap, sum er milt, siðiligt, og sum ikki tykist at gera stórvegis vart við seg. Haraftrat er verkið grundleggjandi sansaligt: kenslan av óteljandi træðrum fløktir saman við hárinum, við faldunum í klæðunum og við húðini, tann ítøkiligi vevnaðurin, rukkurnar á ytstu húðarløgunum og leysu limirnir, alt blandað saman í eina fínliga, fløkjasliga og samsansandi samanrenning.
Við at førka kroppin hjá elskaranum inn aftur í myndina, svarar Jeppe Sleeping ikki einans fráveruni aftur við einari hjáveru, við einari ætlan um eina nýggja frásøgn, við einum møguligum mótsvari ímóti deyðanum, ella við nakrari politisering í hesum sambandi. Heldur lýsir verkið eitt yðjandi lív ígjøgnum tað milda og sansaliga í einum lítillátnum portretti: talan er ikki bert um lívið hjá Jeppe, men um møguliga lívið hjá einum og hvørjum – ein nærleiki, sum vit kenna so væl og sum samstundis tykist so fjarur.
Og her kemur so tann forvitnisligi parturin: hóast verkið er so sjónliga ítøkiligt – í øllum: í tilfarinum, tilevningini og í sjálvum evninum – so viðger verkið, tá ið samanum kemur, tað, sum er ófatiligt.
… Tað ófatiliga í tí ítøkiliga?
Vit fara ein umveg fyri at samanbera: Um tú nakrantíð hevur lisið tekstin eftir Marguerite Duras, sum hóskandi nokk ber heitið Elskari, so minnist tú kanska, hvussu teksturin snýr seg meira um deyða enn um kærleika. Stutt sagt snýr hann seg um lívið. Og lívið, skrivar hon, hóast tað tykist sum ein andsøgn, kann einans vera ódeyðiligt, ímeðan tað er livandi og verður livað. Ódeyðiligleiki er tá í roynd og veru ikki ein spurningur um tíð, longd, byrjan og enda, ella so mikið sum ein spurningur um ódeyðiligleika í sjálvum sær, sum ein helst hevur lyndi til at halda, men er harafturímóti ein spurningur um “nakað annað, ið framvegis er ókent.”
Nakað annað, ið framvegis er ókent. Tað er har, at tað ítøkiliga verður ófatiligt. Og tað er eisini har, at tað ber til at finna varandi rúm av nærleika: ímillum tey rukkutu seingjarklæðini, undir teimum endaleysu løgunum av húð, í farranum av nærveruni av einum kroppi, í tí serstaka innara lívinum hjá øðrum, í kjarnuni av okkara tráan, í tí óatkomiliga, í svøvninum hjá Jeppe.
Maibritt Marjunardóttir (1988)
Anhedonia
2024
VHS band
VHS tape
Ljóð: Heðin Ziska Davidsen
Takk: Strandamáling / Mentanargrunnur Landsins
Turið Nolsøe, "Sálarbøtandi tilfarsmenning" (2024):
"...Bæði í listini og sniðgevingini arbeiðir Marjunardóttir við affektivt-materiellari øking – hvussu kann virði skapast av tíð og nærlægni, hvussu kunnu kenslur innarbeiðast í tilfar sum gerst til list ella pløgg.
Verkið “Anhedonia” er ein fysisk manifestatión av kensluligum støðum; ein kenslu-kropslig sálarbót bundin av vhs-bondunum hjá øðrum, sprottin úr einum tørvi á at skapa seg føra til at kenna njótilsi aftur. Áskoðarin verður boðin inn í tað kroysta, svarta, svára staðið sum sálarbotin ímyndar.
Tað hála tilfari er tølandi, tí tað er hvast. Tað er svart og opið. Tað rúmar óteljandi tímum av upptøkum, sum eingin veit hvørjar eru. Abstraktu skapini eru figurativ í sínum konkreta upphavi sum skjalprógvan av livaðum ella listarliga framførdum lívum, og verkið spælir soleiðis á markinum millum tað súmbólska og tað rætt og slætt tilfarsliga. Anhedonia fær teg at merkja, at kenna kenslur, verið tær seg njótingarsamar ella ei. Lat hetta myrkrið kennast gott.
“Anhedonia” er fjórða endurtøkan av viðgerðini hjá Marjunardóttir av vhs-bondum sum sálarbøtandi tilfarsmenning og tekur útgangsstøði í klivanum sum hýsir verkinum og er vorðin til sama stað. Saman við Heðini Ziska Davidsen hevur Marjunardóttir bandað ljódligu síðuna av tilfarsmenningini, sum eisini er ljóðlagið í klivanum..."
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard (1982)
Blokk keta
2023-24
Vovin føroysk ull í teimum fimm náttúrulitunum
Hugtakið blockchain er ein talgild skipan, har lutir fáa serstakan samleika, ið ger tað gjørligt at finna aftur til upprunan av lutinum. Luturin kann vera eitt hvørt; eitt talgildt galdoyra, eitt súrepli ella eitt noða. So hvørt sum luturin flytir seg gjøgnum eina ketu - ella tráð - verður hetta skrásett, og tryggjast kann, at talan enn er um sama, upprunaliga lut. Til ber sostatt at flygja lutinum frá uppruna til enda - og harvið at tryggja gjøgnumskygni.
Listinnsetingin “Blokk Keta” er ein tilfarslig manifestatión av blockchain hugtakinum. Verkið er hondvovið í føroyskum ulltógvi, í fimm náttúrulitum; hvítt, ljósagrátt, myrkagrátt, ljósamorreytt og myrkamorreytt. Hvør tráður rennur frá byrjan til enda, og broytist, hvørjaferð hann møtir einum øðrum tráði. Hesin einfaldi logikkur, har ein tráður møtir øðrum, myndar eina skipan, ið ger tað møguligt at fylgja upprunan hjá teimum 5 litunum og hvussu hesir skapa 25 serstakar litsamanrenningar.
Soleiðis verða træðrir knyttir millum tað taktila og tað talgilda, tað næra og tað fjara. Millum fortíð og samtíð.
Alda Mohr Eyðunardóttir (1997)
Ein roynd ikki at skriva í klombrum
2024
Tekstur, mynsturpappír, plastik
Føroysk týðing: Rakul Jónheðinsdóttir Tróndheim
Enskur rættlestur: Klara Asta Kirk
Grafikkur: Billa Jenný Jónleifsdóttir
Takk: Annika Klæmintsdóttir Olsen, Grug Muse, Jane Jin Kaisen, Kirstin Helgadóttir, Maibritt Borgen, Maria Guldbrandsøe Tórgarð, Noah Holtegaard, Oscar Lyons, Tilda Lundbohm, Turið Nolsøe og Vinícius Maffei.
Turið Nolsøe, 2024:
Alda Mohr Eyðunardóttir hevur við verkinum “Ein roynd ikki at skriva í klombrum” sett einum talu-til-tekst forriti uppgávuna at skriva hennara orð niður. Verkið er ein hugleiðing yvir, hvussu føroyska málið ikki rúmar samrøðum um abort; hvussu tað ber ov nógva skomm, ov nógvan mótvilja at viðurkenna at abort finst í Føroyum og á føroyskum. Kann vitlíki fáa samrøðuna á glið? Hey Google, hvussu loysa vit samfelagsligu fløkjuna sum abort umboðar í Føroyum?
Umframt orðini brúkar Eyðunardóttir kellingaknútar sum mynd upp á klombrutu fløkjurnar í føroyska samfelagnum. Vakuumpakkað tóvirki, træðrir, sum fora orðunum í at síggjast og fjala útyvir tað sum lesast og sigast kann: ")Men um tú veitst, at talan er um ein kellingaknút, tá kanst tú toga eina endan ímóti tær sjálvari, og so loysist knúturin av sær sjálvum. Tú upploysir knútin. Klombrini.(" Kellingaknútarnir binda verkið saman sum ein kritikk av einari fastlæstari støðu sum átti at verið loyst, og saman við tekstinum kastar “Ein roynd ikki at skriva í klombrum” ljós á forðingar við vitlíkisforritamenning. Vitlíki gagnar sjáldan minnilutamálum (har skapa vit ikki nóg nógv virði fyri fyritøkurnar sum eiga forritini), so vit mugu sjálvi skapa tann pallin sum kann menna føroyskar samrøður um abort. Men skal ein samrøða vera á føroyskum fyri vera føroysk? Ella er týðing og flyting millum mál og lond nakað av tí mest føroyska vit hava?
Alda Mohr Eyðunardóttir (f. 1997, Føroyar) er myndlistafólk og MFA-lesandi á Kongaliga Danska Listaháskúlanum í Keypmannahavn. Í fjør tók hon eitt semester á The Interdisciplinary Art and Theory Program í New York, USA og var eisini partur av Fondazione Studio Rizoma Mentorship Programminum í Palermo, Italia. Eyðunardóttir hevur verið partur av fleiri framsýningum í Føroyum, Danmark, Finnlandi, Íslandi og USA. Verk hennara eru partur av samlingini hjá Listasavnið Føroya.