Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.
Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17
oktober 6, 2026
12.-16. oktober verður Savnsfagnaður
Vit gleða okkum at bjóða børnum, foreldrum, ommum, abbum og øllum, sum hava hug, at koma til eina hugnaliga løtu á Listasavninum.
Kl. 11.15 og kl. 13 verða verkstovur við listakvinnuni Turið Teitsdóttur.
Á verkstovuni fara vit at klippa og líma listakollasjur. Vit hava nógv spennandi tilfar at arbeiða við.
Pláss er fyri 15 luttakarum á hvørjari verkstovu.
Verkstovan er fyri børn í skúlaaldri.
Ókeypis atgongumerki kunnu heintast í móttøkuni.
Kl. 13 og kl. 14 vera rundvísingar fyri børn í føstu framsýningini, ið er hongd upp av nýggjum (uml. 20 min.)
Í heystfrítíðini hava vit opið mánadag til fríggjadag kl. 11-16.
Tað er ókeypis at vitja savnið, verkstovuna og at luttaka í rundvísingum.
Hjartaliga vælkomin á Savnsfagnað á Listasavninum.
oktober 28, 2026
Fernisering: Fasta framsýningin letur upp
Fasta framsýningin á Listasavni Føroya er hongd upp av nýggjum, og tað vilja vit fegin hátíðarhalda saman við tykkum.
Les meira
oktober 21, 2026
Listahandverk og gløgg
Leygardagin 5. desember verður aftur jólamarknaður á Listasavni Føroya.
Les meira
oktober 6, 2026
12.-16. oktober verður Savnsfagnaður
Vit gleða okkum at bjóða børnum, foreldrum, ommum, abbum og øllum, sum hava hug, at koma til eina hugnaliga løtu á Listasavninum.
Les meira
september 28, 2026
Innbjóðing: Listprýðing av Sansagarðinum á Frælsinum 20 hjá Fróðskaparsetrinum
Listafólk kunnu taka lut í kapping um at skapa listaverk til nýggja Sansagarðin á
Frælsinum 20 hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Les meira
september 14, 2026
Elinborg Pálsdóttir á Listasavni Føroya (Pyramidukonsert)
Fríggjadagin 2. oktober kl. 20 verður innilig konsert við Elinborg Pálsdóttur á Listasavni Føroya (Økistónar).
Les meira