Ljós og litir eyðkenna myndirnar hjá listamanninum Zachariasi Heinesen, sum gjøgnum mong ár hevur vunnið sær eitt óvikandi og týðandi pláss í føroysku listasøguni. Hóast best kendur fyri sermerktu málningar sínar, hevur Zacharias roynt seg við nógvum ymsum tilfari og tøkni so sum grafikki, skulpturum og brotamyndum úr timbri.
Listamaðurin, sum fyllur níti tann 19. mai, er enn virkin og mennir seg framhaldandi listaliga. Í sambandi við 90 ára dagin hjá Zachariasi, verður eitt úrval av verkum frá ymsum tíðarskeiðum í listaleiðini hjá Zachariasi at síggja í forhøllini á savninum.
Listasavnið skipar fyri hátíðarhaldi fyri Zachariasi Heinesen mikudagin 27. mai kl. 17. Á skránni verða røður og tónleikur, og savnið bjóðar drekkivørur og ábit.
Listasavnið gevur út tvær nýggjar plakatir og seks postkort við myndevnum hjá Zachariasi Heinesen í sambandi við dagin.
Øll eru hjartaliga vælkomin.