HEIMSTAÐURIN
27 august 2021 - 31 oktober 2021

Heimstaðurin hevur ein serligan týdning í listini fyri nógv myndlistafólk. Framsýningin bjóðar list úr stóra savninum hjá Listasavni Føroya við verkum, sum avmynda nærumhvørvið hjá listafólkunum.

Framsýningin HEIMSTAÐURIN varpar ljós á, hvat ein heimstaður er, og hvønn týdning tað hevur at hava ein heimstað. Er tað nakað, sum øll hava? Er heimstaðurin har, sum mann býr nú, ella er tað har, sum mann hoyrir heima og einaferð búði? Hevur mann serstøk minni um eitt ávíst stað, sum mann kennir inn og út, kennir sniðgøturnar, hugnaligu vegirnar at ganga túr, landslagið, ljóðini, húsini og fólkini, sum búgva í teimum?

Hvat hendir, tá ið eitt heim hvørvur, og tá ið hús verða seld, og eldri ættarlið falla frá? Kann ein luktur, ein litur ella ein kensla vekja sterk minni um eitt heim, sum einaferð var?

Fyri mong føroysk myndlistafólk hevur heimstaðurin ein serligan leiklut, bæði persónliga og sum myndevni. Men við hvørjum kenslum hava listafólkini avmyndað teirra heim?

Í 1930-árunum fluttu fleiri listafólk uttanlands, millum annað til Keypmannahavnar at ganga á Tí Kongaliga Danska Kunstakademinum. Tá ið Danmark varð herðsett undir 2. veraldarbardaga, var sambandið millum Føroyar og Danmark kvett. Føroyingar, sum fegnir vildu heim aftur, fingu ikki møguleika at venda aftur til teirra heimstað fyrr enn eftir kríggið. Millum hesi vóru myndlistafólkini Ruth Smith, Sámal Joensen-Mikines, Elinborg Lützen, Janus Kamban og Jóannis Kristiansen. Og myndlistin ber brá av teirra nýggja heimi undir krígnum: umframt málningarnar av teimum heimligu grønu fjøllunum, kanna listafólkini sítt nærumhvørvi og mála høgar danskar bygningar, strendur og skógir. Eitt úrval av hesum verkunum kunnu upplivast á framsýningini.

Føroyar liggja mitt í Atlantshavinum, og staðsetingin av oyggjasamfelagnum hevur við sær, at í fleiri ártíggju hava mong leitað sær út í heim. At fara uttanlands hevur verið ein partur av lívinum hjá nógvum føroyingum - at nema sær royndir og útbúgving, av fíggjarligum ella samfelagsligum ávum, ella kanska at fylgja sínum dreymum. At uppliva aðrar mentanir og víðka sín sjónarring er myndandi og mennandi, men heimlongsilin kann vera nívandi.

Týdningurin av at hava eitt heim og eitt trygt stað at búgva verður umtalað og viðgjørt av heimssamfelagnum í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning. Heimsmál 11 “Burðardyggir býir og bygdir” og heimsmál 15 “Lívið á landi” snúgva seg millum annað um at tryggja, at øll fólk hava atgongd til at búgva í tryggum bústaði. Býarmenning skal gerast meira burðardygg og skapa tryggleika í nærumhvørvinum, og tryggja, at grøn og almenn øki bæði verða varðveitt og gróðursett. Ruddingardagar í náttúruni eru ein fastur táttur á tímatalvuni í skúlunum, í nærumhvørvinum og fyri alt landið. Men hvussu tryggja vit, at hetta heldur fram?

Vit vóna við hesi framsýning at kunna eggja fleiri til at virka fyri einum tryggari og reinari nærumhvørvi og fyri at útinna heimsmálini hjá ST.

Hoyr innslag í Nón um framsýningina her: https://kvf.fo/non?sid=124475

Vælkomin á Listasavn Føroya!

Aftur til framsýningar
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands