Kafé
Í summarhálvuni, frá juni til og við august, er hugnalig kafé í móttøkuni á Listasavninum.
Við stóru vindeygunum, ið venda út ímóti vøkru viðarlundini, kennist kaféin á Listasavninum bæði ljós og rúmlig. Kaféin er miðdepil í húsinum og er hjartað, sum knýtir framsýningarhølini saman.
Í kaféini kanst tú keypa vistfrøðiligt kaffi og te, eina lætta máltíð, vín, øl, køkur og annað leskiligt.
Í kaféini á Listasavninum kanst tú njóta eina hugnaliga løtu áðrenn ella aftaná eina uppliving á savninum. Ella bara koma ein túr á kafé. Barnafamiljur kunnu seta seg við barnaborðini at gera ymiskt kreativt saman. Eisini ber til at taka bæði kaffi og mat útvið, um tú vilt ganga tær ein túr í viðarlundini ella kanska skalt hyggja eftir einum dysti í Gundadali.
Kaféin er afturlatin í vetrarhálvuni, men til ber at keypa kaffi og góðgæti.
Vit hava eisini eitt úrval av føroyskum tíðindabløðum og listatíðarritum, sum tú kanst blaða í.
Tað er ókeypis Wi-Fi í kaféini.
Vælkomin!



