Legg tína vitjan til rættis

Á Listasavni Føroya kanst tú fáa eina serstaka listauppliving í Viðarlundini í Havn.

Listasavn Føroya hevur eina fasta framsýning við tí besta av føroyskari list frá 1830árunum til í dag umframt ein skála til skiftandi serframsýningar.

Hugnaliga kaféin kafe list lat upp í 2022 í móttøkuni á Listasavninum. Kaféin borðreiðir við góðum kaffi og nýbakaðum køkum. Eisini er eitt úrval av lættari máltíðum, víni og øl. 

Í móttøkuni er eisini ein handil, og her finnur tú eitt stórt úrval av listabókum, plakatum, postkortum og gávulutum.

Í móttøkuni eru barnaborð, har familjur við børnum kunnu hugna sær við ymiskum kreativum uppgávum. Tit nýtast ikki at keypa atgongumerki fyri at nýta kafé, handil og barnaborð - tað er ókeypis, og øll eru vælkomin. Her er eisini ókeypis wifi. 

Vit kunnu viðmæla, at vitjanin á Listasavninum endar við einum túri gjøgnum Viðarlundina oman í býin. Tá ber til at síggja standmyndirnar uttanfyri savnið og njóta arkitekturin á Listasavninum. Svørtu skjaldrarnir minna um siðbundin føroysk neyst.

Finn veg

Til gongu: Listasavn Føroya liggur umleið 10 minuttir til gongu frá miðbýnum. Gestir kunnu koma inn á savnið gjøgnum Viðarlundina.

Við bussi: Bussur nummar 2 fer beint til hurðina. Far úr bussinum við bussteðgiplássið, sum eitur Gundadalur.

Í bili: Skelting vísir gestum í bili til parkeringsøkið hjá Listasavninum. 

+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands