Organisatión

Listasavn Føroya er Føroya listasavn, høvuðssavn fyri føroyska myndlist. Tað verður rikið við stuðli frá tí almenna, fyrst og fremst frá Føroya Løgtingi.  

Dagliga leiðslan verður røktað av savnsstjóranum. Stýrið fyri Listasavn Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av savninum. Stýrið verður tilnevnt av Mentamálaráðnum (formaðurin), Listafelag Føroya, Føroysk Myndlistafólk og Tórshavnar Kommunu. Stýrið situr í fýra ár, svarandi til kommunala valskeiðið.

Stýrið setur savnsstjóran, sum verður settur í fimm ár við møguleika fyri trý ára leinging.

Stýrið er í løtuni mannað av:

Ólavur Ellefsen, formaður (Almanna- og mentamálaráðið)
Julianna Klett (Listafelag Føroya)
Heidi Lava Elgeirsdóttir (Tórshavnar Kommuna)
Hansina Iversen (Føroysk Myndlistafólk)

Listasavn Føroya - Viðtøkur

Viðtøkur

+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17

Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)
Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands