Summar (1994),
260 x 193 cm
Tey svørtu teknini á litaðu bakgrundini umskapa hana til eitt rúm av liti. Íblásturin er upplivingin av brattlendi, sum speglast í sjónum.
Bergbygnaðurin verður til skreytskriftartekn, meðan litir sum gult, reytt og blátt vísa, hvussu sjógvurin broytist
í skiftandi lýsi.
Tey svørtu teknini streyma uppeftir eins og grótbræðingin, sum í sínari tíð skapti Føroyar. Í óavmarkaða litrúminum
verða tey streymandi teknini ein mynd av alheimsins frummátti.
Um tygum ynskja eina kropsligari uppliving av alheiminum, kunnu tygum vitja glas/spegl-installatiónina Bládýpið, sum
eisini er á savninum. Vinaliga spyr savnsvørðin.
()