Sjálvsmynd (1956), Ruth Smith
80 x 60 cm
Til eina sjálvsmynd krevst eitt spegl og eitt fast eygnabrá.
Vit síggja listafólkið úr neðra, og palettin økir um fráleikan til hennara, sum hon stendur har í
durunum í sínari reyðu blusu framman fyri teirri kaldliga bláu hurðini.
Eygnabráið snýr seg tó fyrst og fremst um heimin sum litir – sum klangir, samljóð og spenningar, ið endurreisast
á løriftinum við kensluríkum penslastrokum.
Ruth Smith
(1913-58)