Skip fara ein várdag (1937-38), Sámal Joensen-Mikines
114 x 143,5 cm
Sámal Joensen-Mikines
(1906-79)
Ein kvinna í bláum kjóla lítur út á hav, meðan kroppurin vendir sær aftur móti bygdini. Havið fyllir størsta partin av myndini og á havinum síggja vit eitt lítið skip. Man tað vera maður hennara, sum fer út at fiska? Vanliga høvdu vit óivað sæð seyð, grót og annað í fjallinum, men allir smálutir eru tiknir burtur. Saman við kláru og bjørtu litunum er hetta við til at styrkja kensluna av longsli og vón í málninginum.