Whale-War (2019), Edward Fuglø
Blandað tøkni

32.000 leikahermenn eru umskapaðir til ein grindahval í veruligari stødd. Hetta listaverkið varpar ljós á, hvønn leiklut grindin hevur fyri føroyska mentan søguliga, og á hvat umheimurin heldur um grindadráp í hesum døgum.

Evnið er tíðarbært, tí at Føroyar í størri og størri mun verða samanbornar við grindadráp og av altjóða aktivistum verða fordømdar í hesum sambandi.

Leggið oyrini inn móti hvalinum og lurtið eftir ymsu sjónarhornunum – fyri og ímóti grindadrápi:

  • Her hoyrast áheitanir frá Sea Shepherd-stovnara, Paul Watson. Hann hugsar sum aktivistur um djóravælferðina og er sostatt ímóti grindadrápi.
  • Fotomodellin Pamela Anderson er sum veganari eisini ímóti og hevur sum amerikanari eina sterka meining um grindadráp.
  • Ein franskur aktivistur broytti sína mynd av føroyingum eftir eini vitjan í Føroyum: „Tey eru eitt frálíkt fólk, og útlendingar skulu blanda seg uttan um kjakið um grindadráp“.
  • Ein 14-ára gamal føroyskur drongur greiðir frá, hvussu hann hevur lært at fara í grind av pápanum, sum somuleiðis lærdi at fara í grind av pápa sínum, o.s.fr.
  • Ein føroyskur lækni ávarar kvinnum og barnakonum ímóti at eta grind, tí at kjøtið hevur ov nógv kyksilvur í sær.
  • „Grindavísan“ verður kvøðin í føroyskum dansi.
  • Ein føroyskur maður heldur, at aktivistarnir, ið koma til Føroyar, vegna harðligu framferð sína næstan bera seg at sum yvirgangsfólk.

Whale War letur eisini hvalin koma til orðanna – lurtið eftir sangi hansara. Ljóðbitar úr einum grindadrápi eru somuleiðis ein partur av verkinum.

Verkið er gjørt burtur úr plastikki, og hetta kann tulkast sum eina viðmerking til, at heimshøvini í vaksandi mun dálkast og fyllast við plastikki. Eitt av heimsmálunum hjá ST er at varpa ljós á umhvørvið – herímillum heimshøvini.

Listasavnið stuðlar hesum heimsmálum við at sýna fram listaverk, ið eggja til umhugsan og hugleiðing um umhvørvið, djóravælferð og altjóða burðardygd.

 
 

Back to the collection
Edward Fuglø
(1965)
Back to the collection
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17






Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands