3D Dímun (2009), Ole Wich
370 x 310 x 400 cm

Uppliva eina føroyska oyggj innanífrá.

Far inn í Lítlu Dímun gjøgnum opini og uppliva eina oyggj innanífrá. Yvir og undir havflatanum.

Standmyndin ímyndar formin á minstu oyggini í Føroyum - Lítlu Dímun. Oyggin er sera brøtt, og serstaki formurin er her endurgivin eftir topografiskum kortum og settur upp eftir longdar- og breiddarásunum. Merkt við hvítum gummibondum kunnu vit fylgja støddfrøðiligu avlesingini av skapinum av oynni, umsett til eina geometriska standmynd, gjørd burturúr tunnum jarnstongum. Tjúkkari jarnstengur, sum mynda basan á oynni, eru harafturímóti ein endurgeving av klettinum undir havflatanum. Sum bylgjandi sinuskurvar minna stengurnar næstan um aldurørslur.

Endurskapanin av eini oyggj í minni lutfalli gevur okkum møguleikan at traðka inn í tað, sum í veruleikanum er óatkomiligur klettur. Vit eru orðarætt í Lítlu Dímun.

Føroysku oyggjarnar og klettarnir hava hvør í sær serstakar formar og drøg, sum ger tey afturkennilig. Fleiri klettar líkjast menniskjaligum formum ella djórum og hava fingið navn hareftir. Í føroyskum sagnum er harumframt eitt afturvendandi drag at lýsa klettar og steinar sum livandi verur við serligari megi. Tulkað í einum málningi ella í eini fotomynd kenna nógv Lítlu Dímun aftur á forminum. Men kenna vit eisini Lítlu Dímun, tá ið vit uppliva hana innanífrá umsetta til topografiskan form?

Back to the collection
Ole Wich
(1953)
Back to the collection
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17






Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands