Hevur tú hug at reka kaféina á Listasavni Føroya?
Vit leita eftir einum ídnum samstarvsfelaga at reka kaféina í hugnaliga umhvørvinum á Listasavni Føroya.
Listasavn Føroya leitar eftir einum dugnaligum og fúsum samstarvsfelaga at reka kaféina hjá savninum. Kaféin er opin í upplatingartíðum savnsins umframt til ymisk tiltøk, sum kunnu koma fyri uttan fyri upplatingartíð. Upplatingartíðirnar í kaféini kunnu tó tillagast eftir tørvi í samráð við Listasavnið.
Vit vænta, at tú ert:
- Ágrýtin og nærløgd/lagdur.
- Tænastusinnað/ur og samstarvssinnað/ur.
- Væl skipað/ur.
Vit kunnu bjóða tær:
- Ein fjølbroyttan gerandisdag.
- Eina fullfíggjaða kafé við inventari.
- Nógv vitjandi. Uml. 130 vitjandi dagliga í summarhálvuni.
- Góðar samstarvsfelagar.
Um hetta hevur áhuga, send okkum ein teldupost áðrenn 5. mars.
Kaféin á Listasavninum skal eftir ætlan latast upp í seinasta lagi 1. juni í 2026, tó gjarna áðrenn.
Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at skriva til okkum á info@art.fo ella ringja á telefon 21 39 97.