Ingi Joensen: "Í Kerinum 40"´- bókaútgáva á Listasavni Føroya
Týsdagin 27. mai kl. 16-17 verður bókin, “Í Kerinum 40”, givin út á Listasavni Føroya.
Myndarøðin “Í Kerinum 40” eftir Inga Joensen fevnir um eldri foto-myndir av einum heimi í Sumba í 1970-árunum og nýggjar myndir av sama húsi frá 2015. Samanburðurin av myndunum lýsir, hvussu eitt heim kann broytast og fær okkum at hugsa um, hvat ger eitt hús til eitt heim. Við hesum vísir Ingi Joensen ikki bert ta fysisku broytingina í húsinum, men eisini á tann kensluliga tómleikan, sum stendur eftir, tá eitt heim ikki longur er tað heimið, sum vit kendu.
Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri, bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð um bókina og myndarøðina.
Listasavnið bjóðar drekkivørur.
Bókin fæst til keyps á savninum.
Stórur partur av myndarøðini hongur frammi í føstu framsýningini á Listasavni Føroya og til ber at síggja myndirnar á bókaframløguni.
Øll eru hjartaliga vælkomin.




Culture Night at the National Gallery
Opening hours for the summer
Exhibition opening: Bent Restorff
Easter decorations for the whole family
Everyone is welcome to make easter decorations at the National Gallery from 12 April - 21 April from 11 am - 4 pm.
There will be materials…
Open by night - Thursday 3rd of April
On Thursday 3rd April the museum will be open from 11am - 8 pm.
There will be a special offer on posters this day: 3 for 2 - the cheapest o…