January 10, 2025

William Heinesen 125 ár

"At byggja, hugsa og droyma heimin forfrá" - Fyrilestur við Bergi Rønne Moberg á Listasavni Føroya sunnudagin 19. jan. kl. 17-19.

William Heinesen er víðakendur bæði sum rithøvundur og sum listamaður. Hann var føddur tann 15. januar í 1900 og hevði tískil fylt 125 ár í ár. Í hesum sambandi fara vit at hátíðarhalda runda dagin á Listasavni Føroya sunnudagin 19. januar. Á skránni verður spennandi fyrilestur um William Heinesen við Bergi Rønne Moberg, lektari, Ph.D. á Københavns Universitet. Fyrilesturin eitur At byggja, hugsa og droyma heimin forfrá – Føroyar sum upprunaheimur í lívsverki William Heinesens.

Um fyrilesturin:

“Í einari tíð við 2 heimskríggjum og vápnadubbing kendi William seg noyddan at venda aftur til eina meira sakleysa tíð og eitt meira upphavligt rúm. Hann fann sakloysi og uppruna allastaðni, og hesi fingu eisini seinastu orðini í hansara lívi: “Alt er endnu i vorden”, sum er áskriftin á gravsteininum hjá Williami og Elisu. Byrjanir og nýggjar byrjanir eru algongdar í verkum Williams. Hjá honum er føroysk mentan nýbyrjari í modernaðum evropeiskum høpi, hvalspýggjan ein elligamal nýbyrjari, glataðu spælimenninir saman við øllum amatørunum somuleiðis nýbyrjarar og pionerar í mun til professionalisering, og so eru tað øll børnini, stjørnurnar og allar tær mytisku tilvísingarnar, sum fylla lívsverkið við upprunasøgum.

Fyrilesturin lýsir, hvussu William sendir tilveruna og sítt egna lív inn í føroyska søgu og út í heimsbókmentaliga ringrás. William verður eisini lýstur sum mentanarberi og mentanarbrótari í einari broytingartíð og sum fremsta tjóðarikon Føroya.”

Tiltakið er ókeypis og til ber at vitja føstu framsýningina, har fleiri verk eftir William Heinesen eru at síggja.

Hetta er fjórði fyrilesturin í einari røð av tiltøkum, ið Listafelag Føroya skipar fyri í samstarvi við Listasavn Føroya.

Savnið er opið frá kl. 17-19.

Hjartaliga vælkomin!

June 26, 2025

Last chance to see the poetic works by Julie Sass

The exhibition by Julie Sass is on view in the foyer until 29th June.
Les meira
June 20, 2025

Free concert at the National Gallery with Lyon Hansen

On Sunday, July 6th at 4 PM, Lyon Hansen will be performing a concert at the National Gallery of the Faroe Islands.
Les meira
May 21, 2025

Culture Night at the National Gallery

The annual culture night will be held in Tórshavn on Friday 6th June. The museum offers free admission all day from 11 am - 6 pm.
Les meira
May 1, 2025

Opening hours for the summer

From 1st May, the museum is open every day from 11 am - 17 pm.
Les meira
April 3, 2025

Exhibition opening: Bent Restorff

Friday 12th April from 4-6pm
Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)









Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands