Kvøldaropið á Listasavni Føroya
Fyrilestur v/Nils Ohrt "Kavaklædda Betlehem" 5. desembur kl. 19.
Nú tað stundar til jólar, hava vit eitt jólaligt tiltak á Listasavninum hóskvøldið 5. desembur kl. 19.
"Kavaklædda Betlehem - ein jólamynd eftir Bruegel"
- Fyrilestur við Nils Ohrt, fyrrverandi stjóra á Listasavni Føroya
Pieter Bruegel, tann Eldri, var ein av gomlu meistarunum, sum er best kendur í dag fyri realistisku, nágreiniligu og skemtiligu lýsingunum av bóndalívi í Evropa á hansara døgum. Í 1566 málaði hann eitt var høvuðsverkum sínum: Fólkateljingin í Betlehem, sum sameinir bíbilsøgu og fólksliga mentan í hansara tíð í eitt satt jólaævintýr frá gomlum døgum.
Hetta er triði fyrilesturin í einari røð av tiltøkum, ið Listafelag Føroya skipar fyri í samstarvi við Listasavn Føroya.
Hjartaliga vælkomin til hetta tiltak hjá Listafelagi Føroya og Listasavni Føroya!
--
Hósdagin 5. oktobur hevur Listasavn Føroya opið kl. 11 - 20.
Mynd (úrskurður): Pieter Bruegel tann Eldri, Fólkateljingin í Betlehem, 1566, Olja á lørift, 164,5 x 115,5 cm, Musées Royaux des Beaux-Arts, Bruxelles.