February 1, 2024

Listasavn Føroya skal hava nýggjan stjóra

Karina Lykke Grand hevur fingið starv í boði í Danmark.

Stjórin á Listasavni Føroya, Karina Lykke Grand, hevur fingið nýtt arbeiði frá 1. apríl. Eftir fimm ár á Listasavninum hevur hon takkað ja til at vera stjóri fyri Den Hirschsprungske Samling í Keypmannahavn.

“Eg havi fingið ein møguleika, sum eg ikki kundi takka nei til. Hóast eg gleði meg, verður tað eisini sera sorgblítt at fara av Listasavninum, tí tað hevur verið tað besta arbeiðsplássið við framúr engasjeraður starvsfólkum og stuðlandi nevnd. Saman við starvsfeløgunum hava vit megnað at lyft vitjanartølini, miðlanarátøkini og framsýningarprofilin, og við komandi útbygging verður tað eitt enn meira spennandi stað at arbeiði í í framtíðini”, sigur Karina Lykke Grand.

Hennara komandi arbeiðspláss, Den Hirschsprungske Samling, er eitt ríkislistasavn í Keypmannahavn við einari samling frá 1800-talinum, sum Karina Lykke Grand hevur nógvan kunnleika um frá sínum fyrrverandi størvum sum savnsumsjónarfólk, kurator, granskari og undirvísari. Í starvinum fer hon at arbeiða við at menna nýggj framsýningar- og miðlanarhugskot og tryggja nýggjar rammur um bygningarnar og staðið. Tað eru royndir, sum hon tekur við sær frá Listasavninum, har hon hevur arbeitt við líknandi uppgávum.

Niels Christian Nolsøe, nevndarformaður í Listasavninum, sigur um fráfaringina hjá stjóranum:

“Karina Lykke Grand hevur við sínum strategiska hugsanarhátti og sterku visjónum um framsýningar og miðlan endurnýggjað profilin hjá Listasavninum og framt eina stóra broyting fyri savnið úteftir. Listasavnið er meira sjónligt og opið, og tað sæst eisini aftur í, at vitjanartalið er nærum trífaldað í tíðini, Karina hevur verið stjóri. Savnið røkkur út til fleiri, bæði børn, ung og vaksin, sum er eitt av endamálunum hjá Listasavninum. Karina hevur eisini megnað at fáa fígging til at modernisera Listasavnið, og tað er henni at takka, at savnið kann lata upp í nýggjum og betraðum rammum í 2026. Karina verður saknað, og nevndin fer í næstu framtíð at møtast fyri at seta eina tilgongd í verk fyri at finna hennara avloysara.”

 Karina Lykke Grand er ikki í iva um, at hon vendir heim aftur til Danmarkar við nógvum upplivingum og sambondum ríkari:

“Føroyska listin og deiligu listafólkini fara altíð at hava eitt serligt pláss í mínum hjarta, og eg gleði meg til, tá okkara leiðir møtast aftur. Eg vóni, at føroyingar fara at koma fram við á Den Hirschsprungske Samling og heilsa upp á, tá tey eru í Keypmannahavn, og eg fari eisini at vitja Føroyahúsið í Keypmannahavn ofta. Okkara lítla familja hevur fingið vinir og sambond fyri lívið, sum vit ætla okkum at halda fast í”, sigur Karina Lykke Grand.

Inntil nevndin í Listasavninum hevur valt ein nýggjan stjóra, hevur Dagmar Malena Winther fyribils ábyrgdina.

Fyri meira kunning: kontakta Karinu Lykke Grand, stjóra, á 214282 ella Niels Christian Nolsøe, nevndarformann, á 570905.

April 29, 2024

Summer Opening Hours

From May 1, Listasavn Føroya is open from 11 am to 5 pm every day of the week.
Les meira
April 12, 2024

Exhibition Opening: "The Body"

The new special exhibition, ‘the Body’, opens on Friday, the 19th of April, at 4PM-6PM.
Les meira
February 8, 2024

Shrovetide mask at the National Gallery of the Faroe Islands

8 February - 12 February 2024.
Les meira
February 1, 2024

Listasavn Føroya will have a new director

Karina Lykke Grand lands a major position in Denmark.
Les meira
January 21, 2024

Vetrarjazz at the National Gallery of the Faroe Islands

26 and 27 January: two free concerts
Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16







Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands