March 6, 2023

Masterclass / Craftsalon við Randi Samsonsen

Ókeypis verkstova við Randi Samsonsen byrjar 11. mars kl. 14 - 16

Randi Samsonsen bjóðar inn til at vera partur av einari komandi listaverkætlan á Trapholt, museum for moderne kunst og design í Kolding í Danmark.

Í hesum sambandi hevur hon ein Masterclass / Craftsalon (ein uppstart) á Listasavni Føroya, so føroyingar eisini hava møguleika at luttaka í listaverkætlanini. Tað er ÓKEYPIS. Randi hevur tilfar og vegleiðing tøka. Um tað ikki ber til at koma til tiltakið, so er møguleiki at fáa tað frá Randi seinni. Tiltakið verður leygardagin 11. mars kl 14 - 16. Meldið tykkum endliga til, so vit vita, hvussu nógv kaffi og te skal setast fram. Tey, sum luttaka, fáa ókeypis atgongd til framsýningarnar á savninum hendan dagin.

Í listaverkæltanini “Things Matter” bjóðar Randi Samsonsen okkum at hugsa um list, standmyndir og minnismerkir í tí almenna rúminum. Hvat fyri týdning hava tey fyri okkum, og hvat kundi verið áhugavert at broytt? Vit fara at binda eina pinkustødd av einari standmynd, minnismerki ella aðrari list í tí almenna rúminum og hugsa um, hvussu vit kundu hugsað okkum tað kundi verið øðrvísi. Tað ber til at vitja hesa leinkju fyri at lesa og hoyra meiri um verkætlanina: https://trapholt.dk/things-matter/

At binda er at skapa eina 3D rúmd. Oftast er hetta brúkt til klæðir, men tað ber eisini til at brúka tað sum ein miðil, har vit sansaliga kunnu byrja eina "samrøðu" við okkara umhvørvi; í hesum førum listina í almenna rúminum. Í verkætlanini eru vit við til at skapa eitt samansett felagsverk, sum verður at síggja á Trapholt seinni í ár, umframt at tað verður ein partur av teirra savni. Freistin at lata bundnu standmyndina inn er 20. apríl í Tórshavn.

Randi kemur at stuðla ígjøgnum tilgongdina, um tað er brúk fyri hesum. Eisini er ein facebook-bólkur (https://www.facebook.com/groups/1201267647456332), har til ber at síggja, hvussu arbeiðið fer fram umframt at fáa og geva góð ráð.

June 26, 2025

Last chance to see the poetic works by Julie Sass

The exhibition by Julie Sass is on view in the foyer until 29th June.
Les meira
June 20, 2025

Free concert at the National Gallery with Lyon Hansen

On Sunday, July 6th at 4 PM, Lyon Hansen will be performing a concert at the National Gallery of the Faroe Islands.
Les meira
May 21, 2025

Culture Night at the National Gallery

The annual culture night will be held in Tórshavn on Friday 6th June. The museum offers free admission all day from 11 am - 6 pm.
Les meira
May 1, 2025

Opening hours for the summer

From 1st May, the museum is open every day from 11 am - 17 pm.
Les meira
April 3, 2025

Exhibition opening: Bent Restorff

Friday 12th April from 4-6pm
Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)









Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands