January 24, 2023

28.197 gestir á gátt hjá Listasavninum

Ongantíð áður hava so nógvir føroyingar vitjað savnið sum í 2022.

2022 var, á mangan hátt, eitt sera gott og hendingarríkt ár fyri Listasavnið.

Ongantíð áður hava so nógvir føroyingar vitjað savnið sum í 2022. Til samans komu 28.197 gestir á gátt, og av hesum vóru heili 14.777 føroysk vaksin og børn! Til samanberingar vóru 4.914 føroyingar á vitjan á savninum í 2019, árið fyrri Covid-19 farsóttina.

Ferðafólkini eru eisini komin aftur, og í fjør fekk Listasavn Føroya vitjan av ikki minni enn 10.981 útlendskum vaksnum og børnum. Til samanbering var talið av útlendskum vitjandi 6.452 í 2019.

Vit fegnast um stóru framgongdina av vitjanum, og eru sertakliga takksom fyri, at so nógvir føroyingar brúka savnið og síggja eitt so stórt virði í føroyskari list og mentan.

Á Listasavni Føroya gera vit nógv buturúr at vera eitt stað fyri øll. Tí royna vit altíð at skipa okkara virksemi og skipa fyri framsýningum og tiltøkum eftir júst tí. Í fjør var einki undantak. Um várið var framsýning við heitinum “Landslagið í broyting”, har føroyska nátturan var í sjóndeplinum. Vit skipaðu fyri barnatiltøkum; herundir Savnsfagnaðinum, føstulávint-, páska- og jólaklipp og Halloween-haldi. Vit bjóðaðu tónleikaupplivingar í samstarvi við Summartónar og serframsýningarnar Várframsýningina “Fláffy United”, hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk og Ólavsøkuframsýningina hjá Listafelag Føroya. Í august lat stóra serframsýningin “Brot” upp, ið sýndi fram føroyska samtíðarlist í stórum vavi, og í septembur og oktobur húsaðu vit fyrstu framsýning nakrantíð á einum tjóðarlistasavni, við myndum gjørdar av eftirgjørdum viti, Artificial Intelligence, “/Imagine the Faroe Islands”. Ein framsýning sum serstakliga nógv ung og menn sýndu áhuga. 2022 var eisini árið, har nýtt átak byrjaði á Listasavninum, nevniliga kvøldaropið 1. hóskvøld í hvørjum mánaði, har ymisk evni og innihald vóru á skrá. Størst av øllum hendingunum má tó vera upplatingin av nýggju kafeini, Kafé List, sum lat upp í apríl, og sum hevur givið eyka gleði, gestunum at frama.

Tað er við einum jaligum lyndi og vón, at vit stíga inn í eitt nýtt ár, sum vit gott kunnu avdúka, verður eitt eins hendingarríkt ár, sum tað farna.

Vit síggjast á Listasavni Føroya!

 

(Mynd: Kirstin Vang, Visit Faroe Islands)

 

April 12, 2024

Exhibition Opening: "The Body"

The new special exhibition, ‘the Body’, opens on Friday, the 19th of April, at 4PM-6PM.
Les meira
February 8, 2024

Shrovetide mask at the National Gallery of the Faroe Islands

8 February - 12 February 2024.
Les meira
February 1, 2024

Listasavn Føroya will have a new director

Karina Lykke Grand lands a major position in Denmark.
Les meira
January 21, 2024

Vetrarjazz at the National Gallery of the Faroe Islands

26 and 27 January: two free concerts
Les meira
December 21, 2023

Merry Christmas - we'll be open again 15 January

Merry Christmas and a Happy New Year! We look forward to welcome you in 2024.

The National Gallery will be open from the 15 January.

Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17






Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands