December 13, 2021

Listainnkeyp í 2021

Veitst tú, hvørji listaverk Listasavnið hevur keypt til samlingina í 2021?

Nú vit eru komin inn í desemburmánað, fara vit at líta aftur á listainnkeypini í 2021.

Í maimánaði keypti Listasavn Føroya svørtu, bleytu standmyndina “Tað, tú leggir eftir teg” eftir Maibritt Marjunardóttur. Standmyndin er bundin úr gomlum videobondum og var við á ársins Várframsýning. Karina Lykke Grand, stjóri, sigur, at tað, at verkið er bundið, gevur tilfarinum ein heilt serligan form. Standmyndin er sum ein fremmand, dragandi rúgva av nøkrum, vit hava lagt frá okkum – nevniliga gomul video frá tíðini við VHS-bondum. Samstundis peikar verkið frameftir við at víðka okkara fatan av standmyndini sum grein.

Listasavn Føroya hevur eisini keypt eina røð við 30 fotomyndum eftir Inga Joensen við heitinum “Í Kerinum 40”. Myndirnar vóru ein partur av framsýningini “Heimstaðurin” og vóru sera væl umtóktar millum gestirnar. Karina Lykke Grand, stjóri, sigur soleiðis um verkini: “Ingi Joensen hevur tikið fotomyndir við 30 ára millumbili á adressuni Í Kerinum 40 í Sumba – í 70’unum og aftur í 2015. Verkini eggja til samrøður og spurningar um tað at kenna seg heima og um, hvat ger eitt hús til eitt heim. Samstundis er røðin við til at styrkja um fotolistina í samlingini.”

Triðja og seinasta keypið er málningurin “Toruluft, Vorupør” frá 1939 eftir Ruth Smith. Listakvinnan hevur málað málningin av toruluft á einum summartúri til Vorupør í Norðurjútlandi. Legg til merkis litirnar og megina, ið eru serliga sterk í hesum málninginum.

Sum tit síggja, fevna innkeypini bæði um eina standmynd, fotomyndir og ein málning. Vit eru fegin um at víðka samlingina við verkum úr ymsari tøkni, sum er ein raðfesting í innkeypsætlanini.


June 26, 2025

Last chance to see the poetic works by Julie Sass

The exhibition by Julie Sass is on view in the foyer until 29th June.
Les meira
June 20, 2025

Free concert at the National Gallery with Lyon Hansen

On Sunday, July 6th at 4 PM, Lyon Hansen will be performing a concert at the National Gallery of the Faroe Islands.
Les meira
May 21, 2025

Culture Night at the National Gallery

The annual culture night will be held in Tórshavn on Friday 6th June. The museum offers free admission all day from 11 am - 6 pm.
Les meira
May 1, 2025

Opening hours for the summer

From 1st May, the museum is open every day from 11 am - 17 pm.
Les meira
April 3, 2025

Exhibition opening: Bent Restorff

Friday 12th April from 4-6pm
Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)









Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands