July 7, 2021

Kom og bygg tíni dreymahús - Familjuverkstova tann 15. juli

Vælkomin á familjuverkstovuna ‘Dreymahús’ hósdagin tann 15. juli.

Í sambandi við framsýningina ‘Heimstaðurin’ bjóða vit børnum og foreldrum at byggja smá hús í alskyns sniðum og úr øðrvísi tilfari.

Hvussu sær títt dreymahús út? Og líkist tað húsunum, sum tú sært rundan um teg? Er tað fýrkantað ella kanska runt? Er tað ein smátta í einum træi, eitt slott ella kanska ein hola? Lat eyguni aftur og ímynda tær, hvussu tað kennist at vera inni í júst tínum dreymahúsi. Við íblástri frá listaverkunum hjá Hanna Bjartalíð kanna vit dreymahús nærri og byggja okkara egnu. Eins og Hanni Bjartalíð fara vit m.a. at nýta endurnýtslutilfar og royna okkum við øðrvísi og ævintýrakendum sniðum í húsabyggingini. Verkstovan verður hildin í samstarvi við Søs Uldall-Ekman frá Faroe Islands With Kids.

Verkstovan verður tann 15. juli frá kl. 11-15 á Listasavni Føroya. Hvør verkstova tekur áleið 30 min, og pláss er fyri 15 børnum og vaksnum í senn.

Verkstovurnar verða hesar tíðir:

Verkstova 1: kl. 11.15-11.45

Verkstova 2: kl. 12.00-12.30

Verkstova 3: kl. 13.15-13.45

Verkstova 4: kl. 14.00-14.30

Verkstova 5: kl. 14.30-15.00

Verkstovurnar eru ókeypis, tá atgongumerki til savnið er goldið. Børn og ung undir 20 ár umframt limir við árskorti sleppa ókeypis inn. Atgongugjald: vaksin 90 kr., pensjónistar 70 kr., lesandi 25 kr. Árskort fáast til keyps í móttøkuni, og ein valfrí plakat fylgir við.

Millum kl. 11-15 fáast krit í móttøkuni, og vit fara at krita uttan fyri savnið. Listakvinnan Randi Samsonsen hevur í hennara listaverkum valt út orð, ið hon setur í samband við síni barndómsheim og heimið hjá ommuni og abbanum. Kunnu tit finna 10 lutir, luktir, matvørur, klæðir ella annað, ið tit seta í samband við eitt stað, har tit kenna tykkum heima? Vit krita allar lutirnar og heimini uttanfyri.

Vælkomin á familjuverkstovu á Listasavni Føroya!


June 26, 2025

Last chance to see the poetic works by Julie Sass

The exhibition by Julie Sass is on view in the foyer until 29th June.
Les meira
June 20, 2025

Free concert at the National Gallery with Lyon Hansen

On Sunday, July 6th at 4 PM, Lyon Hansen will be performing a concert at the National Gallery of the Faroe Islands.
Les meira
May 21, 2025

Culture Night at the National Gallery

The annual culture night will be held in Tórshavn on Friday 6th June. The museum offers free admission all day from 11 am - 6 pm.
Les meira
May 1, 2025

Opening hours for the summer

From 1st May, the museum is open every day from 11 am - 17 pm.
Les meira
April 3, 2025

Exhibition opening: Bent Restorff

Friday 12th April from 4-6pm
Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)









Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands