Bygningurin

Listasavn Føroya liggur í Viðarlundini, 10 min. til gongu frá miðbýnum.

Listasavn Føroya heldur til í einum svørtum bygningi í norðara endanum av Viðarlundini umgyrt av fýra bronsustandmyndum eftir Hans Paula Olsen.

Listasavn Føroya er sett saman av tveimum bygningspørtum. Framsýningarhøllin, Listaskálin, varð bygd í 1970 eftir tekningum frá J. P. Gregoriuseen, arkitekti.

Í 1993 varð savnið víðkað við framsýningarhølum, forhøll og skrivstovum teknað av Niels F. Truelsen í samstarvi við Gregoriussen. Útbyggingin varð fíggjað við almennum og privatum stuðlum:

Føroya Landsstýri, Tórshavnar Kommuna, Listafelag Føroya, Fossbankin, Bókhandlarin Hans og frú Kate Niclasen - Dronning Margrethe og Prins Henriks Fond, Augustinus Fonden, Beckett-Fonden, Knud Højgaards Fond, Velux Fonden

Elsti parturin av Listasavni Føroya, Listaskálin, er ein svartmálaður, rektangulerur bygningur við skrátaki og ljósi úr erva. Stóra framsýningarhølið verður í dag brúkt til skiftandi serframsýningar.

Útbyggingin frá 1993, sum rúmar føstu framsýningini, er sett saman av framsýningarskálum í tveimum støddum. Nógvu skjøldrarnir gera, at bygningurin minnir um neyst, meðan bygningurin innandura er merktur av einum einføldum stíli við trægólvi.

+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00
Atgongd
Vaksin: 65 kr.
Lesandi: 25 kr.

Bólkar, min. 12 vaksin: 50 kr. pr. persón.
Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands