Bygningurin

Listasavn Føroya heldur til í einum svørtum bygningi í norðara endanum av Viðarlundini umgyrt av fýra bronsustandmyndum eftir Hans Paula Olsen.

Listasavn Føroya er sett saman av tveimum pørtum, ein framsýningarhøll, Listaskálin, sum varð bygd í 1970 eftir tekningum frá J. P. Gregoriuseen, arkitekti, umframt ein størri partur bygdur í 1993 við framsýningarhølum, forhøll og skrivstovum, teknað av Niels F. Truelsen í samstarvi við Gregoriussen.

Elsti parturin av Listasavni Føroya, Listaskálin, er ein svartmálaður, rektangulerur bygningur við skrátaki og ljósi úr erva. Stóra framsýningarhølið verður í dag brúkt til skiftandi serframsýningar.

Útbyggingin frá 1993, sum rúmar føstu framsýningini, er sett saman av framsýningarskálum í tveimum støddum. Nógvu skjøldrarnir gera, at bygningurin minnir um neyst, meðan bygningurin innandura er merktur av einum einføldum stíli við trægólvi. Gólvið er gjørt úr viði frá eini ódn í 1988, tá ið ein stórur partur av trøunum í Viðarlundini fórust.

Forhøllin bjóðar hentleikar so sum kafé, handil og atgongumerkjasølu. Frá kaféini og gjøgnum nógvu vindeyguni á Listasavninum kann gesturin njóta vakra útsýnið av Viðarlundini.

Útbyggingin varð fíggjað við almennum og privatum stuðlum:

Føroya Landsstýri, Tórshavnar Kommuna, Listafelag Føroya, Fossbankin, Bókhandlarin Hans og frú Kate Niclasen - Dronning Margrethe og Prins Henriks Fond, Augustinus Fonden, Beckett-Fonden, Knud Højgaards Fond, Velux Fonden

+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. mai - 30. september:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00

Tíðarskeiðið 1. oktober - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands