Rundvísingar

Bílegg eina rundvísing og hoyr um spennandi søguna hjá Listasavni Føroya og uppliva savnið av føroyskari list frá 1800-talinum og til í dag.

Vit bjóða fegin størri og minni ferðaløgum, skúlaflokkum og børnum í øllum aldri vælkomnum á Listasavn Føroya. Vit bjóða rundvísingar til ferðaløg, privatar bólkar, fyritøkur, almennar stovnar, bindiklubbar og øll tey, sum eru áhugaði. Rundvísararnir hjá Listasavninum bjóða túrar við støði í fleiri evnum, sum hóska júst til tykkara málbólk. Vit eru serfrøðingar í føroyskari list og kunnu leggja rundvísingina til rættis eftir tykkara ynski í tí føstu framsýningini og/ella okkara skiftandi serframsýningum.

Tá børn koma til rundvísing, fara vit ein túr gjøgnum framsýningina á einum søgu-teppi, sum vit taka við okkum frá listaverki til listaverk.

Gerandisdagar í vanligari upplatingartíð kostar ein rundvísing 800 kr. og skal bíleggjast frammanundan. Uttanfyri vanliga upplatingartíð er prísurin 1200 kr. Prísur á rundvísingum um kvøldið og í vikuskiftinum verður avgreiddur einsæris. Atgongugjald sum er 90 kr. pr. persón skal eisini gjaldast. Er bólkurin størri enn 12 fólk, fáa tit bólkaavsláttur sum er 60 kr. pr. persón um tit gjalda saman.

Vit viðmæla, at bólkar við fleiri enn 30 fólkum vera býttir í tvey.

Rundvísing kann bíleggjast við at skriva ein meyl til info@art.fo ella ringja til +298 313579.

+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. mai - 30. september:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00

Tíðarskeiðið 1. oktober - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið


Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
+298 31 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands