June 17, 2026

William Gislander - ferðin í Føroyum (1924)

Sunnudagin 28. juni kl. 15 fer Bernhard Schirg at greiða frá ferðini hjá svenska málaranum Williami Gislander til Føroya í 1924.

Í 1924 ferðaðist svenski fuglamálarin William Gislander í Føroyum og málaði umleið 100 málningar av føroyskum landsløgum og djóralívi. Gislander málaði um 20 verk í Mykinesi, og møtti har 18 ára gamla Sámali Joensen. Tað var Gislander, sum eggjaði Sámali Joensen-Mikinesi til at velja listina sum lívsleið.


Í septembur 1924 sýndi Gislander føroysku málningarnar hjá sær fram í Keypmannahavn. Hetta var fyrsta framsýning á evropeiska meginlandinum, ið lýsti Føroyar upp á ein samanhangandi, listarligan hátt. Uml. 95 % av verkunum frá framsýningini hjá Gislander eru í privatari ogn.

Bernhard Schirg (granskari, rithøvundur og filmsfólk) arbeiðir í løtuni við verkætlanini "Gislander 1924". Í hesum sambandi kemur hann til Føroya at savna vitan um listamannin og varpa ljós á søguna.

Sunnudagin 28. juni kl. 15 fer Bernhard Schirg at greiða frá ferðini hjá Williami Gislander til Føroya.

Tiltakið verður í forhøllini á Listasavninum og tað er ókeypis atgongd.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

-

Bernhard Schirg ynskir at koma í samband við fólk, ið vita nakað um William Gislander ella kennast við listaverk hjá honum. Schirg vil fegin finna fram til listaverkini, og frætta meiri um ferðina.


Kennist tú við verk ella søgur frá ferðini hjá Gislander í Føroyum í 1924, eru tit vælkomin at siga okkum frá og vit bera boðini víðari til Bernhard Schirg, granskara.

Leinki til verkætlanina: www.gislander1924.eu


October 6, 2026

Join us for Savnsfagnaður (Museum Festival), 12–16 October!

Admission to the museum and participation in the workshops and guided tours are free.
Les meira
September 14, 2026

Elinborg Pálsdóttir at the National Gallery of the Faroe Islands (Pyramid Concert)

On Friday, 2 October at 8:00 p.m., there will be an intimate concert with Elinborg Pálsdóttir at the National Gallery of the Faroe Islands.
Les meira
August 9, 2026

Concert at the National Gallery on Sunday 23 August at 3pm

On Sunday, August 23 at 3 PM, Ása Helena Brynjarsdóttir will perform a concert at the National Gallery of the Faroe Islands.
Les meira
June 17, 2026

William Gislander in the Faroes (1924)

On Sunday 28th June at 3 pm, scholar Bernhard Schirg will introduce Gislander's Faroese journey and invites the public to help trace the works, their…
Les meira
May 28, 2026

Culture Night at the National Gallery

Free entrance on 5th June from 11 am - 6 pm.
Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16









Admission
Adults: 110 DKK
Senior discount ticket: 90 DKK
Students: 30 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 80 DKK per person

Annual pass for one: 220 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 380 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands