Leygardagsrundvísing á Listasavni Føroya
Rundvísingar til barnafamiljur eru kl. 14:00 hvønn leygardag
Rundvísingin tekur umleið 30 minuttir og vendir sær serliga til familjur, har børnini eru millum 6-12 ár.
Kom við á eina spennandi rundvísing í barnahædd, sum savnar familjuna við góðum søgum um list. Okkara rundvísari finnur søguteppið fram, og saman fara vit á ferð í framsýningini. Vit vitja djóra-rúmið, hyggja at einum útstappaðum veðri og uppliva eina ørandi kenslu í Bládýpinum. Uppliva Føroyar gjøgnum myndir – saman við familjuni.
Rundvísingar eru ókeypis, tá ið atgongugjald er goldið. Atgongugjald vaksin: 65 kr. Børn undir 18 ár: ókeypis.
Í mesta lagi 30 fólk til rundvísingina. Atgongumerki fáast á degnum í móttøkuni á Listasavni Føroya.
Rundvísingar til vaksin eru kl. 15:00 hvønn leygardag
Rundvísingin er umleið 45 minuttir.
Rundvísarin leiðir tykkum gjøgnum spennandi og týðandi evni í føroyskari list – teirra millum havið, landsløg, dýr, siðvenjur, átrúnað og nógv afturat. Kom við á rundvísing, uppliva Føroyar í myndum og hoyr góðar søgur um listina.
Rundvísingin er ókeypis, tá ið atgongugjald er goldið. Atgongugjald fyri vaksin: 65 kr.
Í mesta lagi 30 fólk til rundvísingina. Atgongumerki fáast á degnum í móttøkuni á Listasavni Føroya.
Rundvísingar eru somu tíð hvønn leygardag alt summarið.
The National Gallery of the Faroe Islands and Landsverk sign contract with Sp/f Búsetur for the expansion and renovation of the museum.
Concert: ANNA LOVISA MÝRI 29 March
Easter decorations for the whole family
Shrovetide masks at the National Gallery!
We are reinstalling the permanent exhibition
Exciting times ahead at the National Gallery.
We are currently reinstalling the permanent exhibition, which will open in the spring. Parts…