Huldulitt: Lummalyktatúrar á Listasavni Føroya
Kom og lýs á listaverk í myrkri leygardagin 7. februar.
Saman við einum rundvísara fara vit at hyggja nærri at spennandi listaverkum í myrkri. Vit fara at lýsa á gátuføru linoprentini hjá Elinborg Lützen og leita eftir yvirnatúrligum og spøkilsiskendum verum.
Lummalykta-túrarnir verða leygardagin 7. februar.
Kl. 17.30 verður ein túrur fyri smærri børn (uml. 6-10 ár)
Kl. 18.00 verður ein túrur fyri størri børn (uml. 10-14 ár)
Børnini eru vælkomin at hava egna lummalykt við. Til ber eisini at læna lummalyktir á savninum.
Savnið er opið leygardagin 7. feb. kl. 11-19.
Tað er ókeypis at vitja savnið og at luttaka í lummalyktatúrunum.
Tiltakið er partur av HULDULITT-tiltakinum hjá Visit Tórshavn.
Vælkomin!
Shrovetide masks at the National Gallery!
We are reinstalling the permanent exhibition
Exciting times ahead at the National Gallery.
We are currently reinstalling the permanent exhibition, which will open in the spring. Parts…
We're open from 15 January
Welcome back to the National Gallery. We'll be open again on 15 January.
Happy New Year!