Huldulitt verkstova á Listasavni Føroya
Kom og royn teg við myndevnum hjá Elinborg Lützen.
Á Listasavninum ber til at gera tínar egnu myndir burturúr myndevnum hjá listakvinnuni Elinborg Lützen.
Elinborg Lützen hevur arbeitt nógv við linoprentum. Í linoprentunum síggja vit nógvar spennandi verur og skapningar, sum risar og livandi beinagrindir.
Við barnaborðini eru træplátur við myndevnum eftir listakvinnuna, sum kunnu brúkast til at gera spennandi myndir við oljukriti. Pláturnar við myndevnum eftir Elinborg Lützen kunnu roynast í móttøkuni á Listasavni Føroya frá 31. januar – 8. februar.
Savnið er opið hósdag til mánadag frá kl. 11-16.
Leygardagin 1. februar verður Huldulitt-setanin á Listasavninum og tá er opið frá kl. 11- 18.
Leygardagin 7. februar verða lummalyktatúrar fyri børn á Listasavninum og tá er opið frá kl. 11-19.
Hjartaliga vælkomin!
Shrovetide masks at the National Gallery!
We are reinstalling the permanent exhibition
Exciting times ahead at the National Gallery.
We are currently reinstalling the permanent exhibition, which will open in the spring. Parts…
We're open from 15 January
Welcome back to the National Gallery. We'll be open again on 15 January.
Happy New Year!