December 17, 2025

Nýggj verk í samlingini keypt við stuðli frá Ny Carlsbergfondet

Vit eru sera fegin um at kunngera, at Ny Carlsbergfondet í ár hevur stuðlað Listasavni Føroya við týdningarmiklum innkeypum av verkum eftir Ruth Smith, Trónd Patursson, Jóhan Martin Christiansen og Jens Dam Ziska.

Ruth Smith

Savnið hevur keypt tvey týdningarmikil verk eftir Ruth Smith (1913-57). Tað eina er ein uppseting við bláum vasa, sum er tann størsta av hesum slag í samlingini, umframt ein málning av Nesi. Uppseting við bláum vasa og appelsinum er eitt týdningarmikið íkast til at miðla listina hjá Ruth Smith, sum gjørdi nógv við at mála uppsetingar. Ruth er serliga kend fyri at mála bygdina Nes í fleiri av sínum málningum. Hesin málningurin ber brá av einum øðrvísi litavali og uppbygnaði av myndevninum, sum vísir fjølbroytni í málningunum hjá listakvinnuni.

Tróndur Patursson

Savnið hevur keypt tvey monumental verk frá Tróndi Patursson. Annað er eitt eyðkent verk fyri listamannin í ultramarin frá 2007 og hitt er eitt nýggjari høvuðsverk frá 2022. Hesir báðir málningarnir eru við til at geva eina meiri umboðandi og nuanseraða mynd av listini hjá Tróndi í samlingini, eisini í nýggjari tíð.

Jóhan Martin Christiansen

Seks verk úr røðini “Jeppe svevur” eftir Jóhan Martin Christiansen eru nú partur av savninum. Verkini eru við til at styrkja umboðanina av queer-narrativum í føroyskari list og í samlingini.

Jens Dam Ziska

Savnið hevur harumframt keypt tveir stórar málningar frá Jens Dam Ziska, sum júst hevur havt eina serframsýning á Listasavninum. Málningarnir bera boð um eitt altjóða og eksperimenterandi myndamál, sum leggur aftrat føroysku málningalistini. Landsløg og innimyndir verða sett í samtíðarligt høpi.

Aftrat stuðli at keypa listaverk hevur Ny Carlsbergfondet eisini stuðlað eini bókaútgávu. Tit kunnu tískil gleða tykkum at lesa um listamannin Jens Dam Ziska (f. 1982) komandi ár.

Hjartans tøkk Ny Carlsbergfondet, sum hevur stuðlað undir, at savnið kann keypa týdningarmikil høvuðsverk til samlingina umframt at veita stuðul til at miðla føroyska list.

Fleiri av verkunum kunnu upplivast, tá fasta framsýningin verður hongd upp av nýggjum í 2026.


November 27, 2025

Christmas crafts

Come and make christmas crafts and decorations from 1st December - 15 December.
Les meira
November 25, 2025

Christmas market at the National Gallery

Arts and crafts on Saturday, 6 December, from 12–5 PM
Les meira
October 22, 2025

Opening hours from 1st Nov

Winter opening hours are starting on 1st Nov.
Les meira
October 22, 2025

Artistic Decoration for the New Joint Campus at the University of the Faroe Islands

Invitation to Submit Proposals for Artistic Decoration for the New Joint Campus at the University of the Faroe Islands
Les meira
August 18, 2025

Exhibition opening: Jens Dam Ziska

Friday 22nd August from 4-6pm.
Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17










Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands