Listasavn Føroya keypir tvey stór verk eftir Jens Dam Ziska við stuðli frá Ny Carlsbergfondet
Jens Dam Ziska sýnir í løtuni fram serframsýningina “Eftirmyndir” á Listasavni Føroya. “Eftirmyndir” er fyrsta stóra savnsframsýningin hjá Jens Dam Ziska. Málningarnir taka støði í siðbundnari málningalist, men skilja seg samstundis burtur frá tí, vit kenna úr føroyskari listasøgu.
Listamaðurin eygleiðir og avmyndar nærumhvørvið við samtíðarbrillum. Verkini eru afturljóð av tí ósædda og endurgeva tað, sum var – eftirmyndirnar, ið hava fest seg handan eygnalokini, eitt markamót millum tað, ið er eygleitt, og tað, ið er ímyndað. Eitt slag av rannsakan av minninum og tí persónligu upplivingini, har veruleiki og tulking renna saman. Hetta er eitt nýtt føroyskt landslag, ein nýggj føroysk innimynd, sum bæði er rótfest í Føroyum og partur av altjóða rákum.
Vit eru sera glað um, at Ny Carlsbergfondet stuðlar savninum við at keypa týdningarmikla samtíðarlist, sum er við til at styrkja og leggja aftrat samlingini av føroyskari list.
Til ber at síggja verkini á serframsýningini “Eftirmyndir”, sum er opin til og við 15. desembur.
Myndir: @kaiwernerschmidt
Shrovetide masks at the National Gallery!
We are reinstalling the permanent exhibition
Exciting times ahead at the National Gallery.
We are currently reinstalling the permanent exhibition, which will open in the spring. Parts…
We're open from 15 January
Welcome back to the National Gallery. We'll be open again on 15 January.
Happy New Year!