September 1, 2025

Røða til ferniseringina "Eftirmyndir"

Les røðuna, sum Kirstin Helgadóttir, kurator, helt tá framsýningin "Eftirmyndir" lat upp.

Røða: Jens Dam Ziska

Hjartaliga vælkomin á framsýningina "Eftirmyndir" við verkum eftir Jens Dam Ziska.

Tað hevur verið ein fragd at samskipa hesa framsýningina saman við Jensi. Skálin hevur sjáldan sæð betri út. Byggilistin í skálanum komplimenterar hansara verk sjáldsama væl. Tað er, sum at tey arkitektonisku skapini í bygninginum ganga aftur í verkunum. Tað er gleðiligt, at seinasta framsýningin, áðrenn umvælingarnar byrja, gjørdist ein so góð, rúmlig uppliving.

Jens kenna vit frá ótalligum framsýningum seinastu árini. Hann hevur luttikið á nógvum bólkaframsýningum her á savninum, líka síðan hann var tannáringur. Tá sýndi hann fram lið um lið við viðurkend listafólk. Hetta gjørdi sítt til, at Jens gjørdist áhugaður í at flyta seg myndlistavegin. Jens hevur havt eina sera konsekventa listaleið, við eini greiðari listaligari visión frá byrjan. Hóast verkini hava varierað í formati og tilfari, so hevur tað altíð verið ein eykendur dámur yvir hansara verkum. Ofta eru tey ikki stór í vavi, men altíð stórsligin í úttrykki.

 Í 2023 fekk Jens ein kandidat í “painting and drawing”, á viðurkenda universitetinum UCLA í Los Angeles. Í sambandi við hesa útbúgvingina málaði hann eina røð av verkum, sum vit nú sleppa at uppliva her. Hetta er fyrsta stóra savnsframsýningin hjá Jensi, og vit gleðast um at sleppa at sýna hesi stóru, ambitiøsu verkini á Listasavninum.

Jens arbeiðir fjølbreitt við formi og tøkni. Fleiri av myndevnunum koma frá fotomyndum, sum hann brúkar sum eitt amboð at skráseta motiv. Hesi motivini strekkja víða - alt frá loftinum í húsunum hjá ommu Jens, til meira grov, arkitektonisk skap úr stórbýnum. Ofta ímynda verkini støð, ið hava ein týdning fyri listamannin. Støð, sum á ymsan hátt hava hugtikið hann og sett síni spor. Hesar myndir verða syndraðar og broyttar ígjøgnum eina tilgongd, ið ofta byrjar við tekningum ella smærri málningum. Hann umsetir hetta til abstrakt skap, sum sveima og pulsa í litføgrum samljóði. Verkini eru um somu tíð kensluborðin og sterk og liggja altíð á einum marki ímillum tað, ið er ætlað, og tað, ið er tilvild. Ímillum tað abstrakta og tað figurativa. Tað er eitt sveimandi tyngdarloysi í verkunum, ið tó er væl grundað í sterkum kompositiónum. Hann er spælandi í síni tilgongd, og tað er greitt, at hetta er ein listamaður, ið er tryggur í sínum virki.

Margtýdda heitið á framsýningini er "Eftirmyndir”. Hugtakið sipar til tær myndir, ið festa seg handan eygnalokið, tá tú hevur eygleitt eitthvørt sterkt motiv - sum t.d. sólina. Málningarnir lýsa ikki sjálva hendingina, men myndirnar, sum standa eftir. Tað vil siga eftirlívið frá eini hending. Verkini eru tí eitt slag av afturljóði og endurgeva tað, sum var. Í mótsetning til impressionismu, ið lýsir eina beinleiðis sansaliga uppliving, so er hetta eitt slag av anti-impressionismu, ið lýsir tað, ið kemur aftan á upplivingina, og hvussu tann goymdi veruleikin og tær gloymdu søgurnar kunnu ávirka okkara uppliving av einum staði. Eitt slag av rannsakan av minninum og tí persónligu upplivingini, har veruleiki og tulking renna saman.

Hansara tilgongd til málningalistina er tætt knýtt at hansara akademisku bakgrund og kunnleika til listasøgu og heimspeki. Verkini eru fylt við fortíð og referansum, men tað er samstundis greitt, at hann brúkar málningalistina sum eitt poetiskt frírúm, ið ikki er stýrt av avmarkingunum, ið tað liniera málið kann hava. Her ber til at lýsa tað, ið orðini ikki strekkja til.

Verkini, serliga innimyndirnar, eru eitt slag av "Stilleben", ella "kyrrlutamynd" sum tað eitur á føroyskum, ið er merkt av seinføri og djúphugsan. Hetta slagið av málningalist krevur neyvar eygleiðingar, tolni og nógva tíð. Verkini standa sum ein kontrast til okkara samtíð, sum er í áhaldandi broyting. Í dag tykjast slík stillfør verk at hava eina heilt nýggja meining, har tey onkursvegna óbeinleiðis gerast ein uppgerð við skundsamfelagið. Tað at framhevja vakurleikan í tí stilla og at praktisera seinføri hevur neyvan verið meira viðkomandi enn júst nú. Tað er eisini ein meditativ uppliving at standa framman fyri hesum stóru verkunum, ið eisini krevur tíð og uppmerksemi.

Upplivingin av at standa framman fyri málningunum fær ein at hugsa um tað sambandið, ið vit menniskju hava til umhvørvið – serliga hvussu vit, náttúran, verður formað og stýrd av tí tilgjørda. Tað er spennið ímillum hesar kreftir, ið hugtaka Jens. Tann smíðiliga náttúran sum kontrast til kantutu og geometrisku býarmyndina. Somuleiðis er tað okkurt serliga menniskjaligt og natúrligt við málningalist í eini tíð, har tøkni er um at taka yvirhond. Strokini, tekstururin og ótalligu løgini av máling og ikki minst kenslurnar, ið liggja í slíkum verkum, kunnu ikki endurskapast ella hópframleiðast!

Málningalist er ein avbjóðandi listagrein. Ikki bara tí, at tað krevur serliga góðan tekniskan kunnleika til tilfar og tøkni, men eisini tí, at tað er ein av elstu listagreinunum, og tað kann verða ringt at bróta upp úr nýggjum. Málningalist er tó meira enn bara ein tøkni. Tað er eitt mál - og so leingi listafólk tíma at úttrykkja seg á hesum máli, so er málningalistin livandi. Tað er hendan framsýningin eitt gott dømi um. Her síggja vit eitt nýtt føroyskt landslag, eina nýggja føroyska innimynd, sum bæði er rótfest í Føroyum og altjóða. Eitt føroyskt myndevni, ið er partur av altjóða rákum og ávirkan.

Eg vil at enda takka øllum, ið hava hjálpt til við framsýningini. Starvsfólk her á savninum, Jón Sonni Jensen fyri uppheingjan - og ein serlig tøkk til tín Jens.

Kirstin Helgadottir, kurator

Listasavn Føroya

April 10, 2026

Concert: Guðrun & Bartal at the National Gallery

Free concert on Thursday night, 16 April, at 7.30 pm.
Les meira
March 19, 2026

The National Gallery of the Faroe Islands and Landsverk sign contract with Sp/f Búsetur for the expansion and renovation of the museum.

Listasavn Føroya, in collaboration with Landsverk, has signed a contract with the contractors Sp/f Búsetur for the expansion and renovation of Listasa…
Les meira
March 19, 2026

Concert: ANNA LOVISA MÝRI 29 March

Free concert on Sunday 29 March at 3 pm.
Les meira
March 19, 2026

Easter decorations for the whole family

Everyone is welcome to make easter decorations at the National Gallery from 26 March - 6 April from 11 am - 4 pm.
Les meira
February 12, 2026

Shrovetide masks at the National Gallery!

Make your own personal mask.
Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17










Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands