February 28, 2025

Listafólkaprát: Um at geva kenslum skap v/ Maibritt Marjunardóttir og Guðrið Poulsen

Sunnudagin 9. mars kl. 16 verður listafólkaprát við listakvinnurnar Maibritt Marjunardóttur og Guðrið Poulsen. Turið Nolsøe, Ph.d. í retorikki, verður orðstýrari.


Hvussu geva vit kenslum listalig skap? Hvat ger tað við okkum, tá vit uppliva verk við kroppinum? Hetta eru kjarnuspurningar, sum fara at mynda samrøðuna.

Maibrit Marjunardóttir er partur av serframsýningini "Træðrir" við verkinum "Anhedonia", sum er eitt stórt, svart bundið installatiónsverk, ið fyllir nærum alt rúmið – eisini við ljóði. Til ber at ganga ímillum bundnu skapini, og ljóðmyndin styrkir ta kroppsligu upplivingina. "Anhedonia" merkir manglandi evni at kenna gleði ella at njóta upplivingar, sum annars høvdu verið gevandi. Hetta hugtakið verður ofta knýtt at tunglyndi ella strongd. Sambært Maibritt Marjunardóttur hevur tilgongdin at skapa hetta verkið verið eitt slag av terapi ella meditatión – ein máti at binda seg burturúr einari kenslu.

Guðrið Poulsen er fjøllistakvinna, ið arbeiðir í ymiskum formatum og tilfari. Landslag og náttúra eru ein sentralur leiklutur í hennara list, eins og tað kvinnuliga er afturvendandi. Eitt dømi er 5 metrar høga, abstrakta standmyndin, sum er tilevnað kvinnum, ið doyðu í barsilssong. Minnismerkið, sum stendur í Fuglafirði, gevur kenslum og minninum skap. Hennara list skapar rúm til søgur – persónligar eins væl og samfelagsligar – sum fáa eitt ítøkiligt og samstundis abstrakt skap, sum bæði er monumentalt og einfalt um somu tíð.

Listafólkaprátið fer at snúgva seg um, hvussu vit uppliva list við kroppinum, og hvussu kenslur kunnu fáa skap gjøgnum listaligar tilgongdir. Eisini fer prátið at snúgva seg um tilfar, tilgongd, abstraktíon og kvinnusøgu.

Listafólkaprátið byrjar kl. 16. Listasavnið er opið frá kl. 11-17 og møguleiki er at vitja framsýningina Træðrir áðrenn listafólkaprátið byrjar. Eftir prátið ber til at seta spurningar.

Hetta er sætta tiltakið í einari røð av tiltøkum, ið Listasavn Føroya skipar fyri í samstarvi við Listafelag Føroya.


Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

October 6, 2026

Join us for Savnsfagnaður (Museum Festival), 12–16 October!

Admission to the museum and participation in the workshops and guided tours are free.
Les meira
September 14, 2026

Elinborg Pálsdóttir at the National Gallery of the Faroe Islands (Pyramid Concert)

On Friday, 2 October at 8:00 p.m., there will be an intimate concert with Elinborg Pálsdóttir at the National Gallery of the Faroe Islands.
Les meira
August 9, 2026

Concert at the National Gallery on Sunday 23 August at 3pm

On Sunday, August 23 at 3 PM, Ása Helena Brynjarsdóttir will perform a concert at the National Gallery of the Faroe Islands.
Les meira
June 17, 2026

William Gislander in the Faroes (1924)

On Sunday 28th June at 3 pm, scholar Bernhard Schirg will introduce Gislander's Faroese journey and invites the public to help trace the works, their…
Les meira
May 28, 2026

Culture Night at the National Gallery

Free entrance on 5th June from 11 am - 6 pm.
Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16









Admission
Adults: 110 DKK
Senior discount ticket: 90 DKK
Students: 30 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 80 DKK per person

Annual pass for one: 220 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 380 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands