EFTIRLÝSING - Tvær myndir eftir Ingálv av Reyni
Kennist tú við hesar báðar málningarnar eftir Ingálv av Reyni?
Framsýningin hjá Ingálvi av Reyni í Gamla Kommunuskúlanum í 1961 var slóðbrótandi: Her gjørdist føroysk list fyri fyrstu ferð abstrakt og veruliga modernað.
Fleiri av málningunum frá framsýningini eru í dag væl kendir, men tíverri ikki allir.
Fyrrverandi stjóri á Listasavni Føroya, Nils Ohrt, er í ferð við at leita eftir hesum ókendu verkunum, og Listasavn Føroya hevur játtað at hjálpa við at miðla hesa eftirlýsing.
Um tú eigur teir báðar málningarnar, sum síggjast á hesum báðum myndunum (litmyndir úr kataloginum frá 1961), vilja vit fegin hoyra frá tær.
Vinaliga set teg í samband við Listasavn Føroya, info@art.fo / 22 35 79 ella Nils Ohrt, ohrt.nils@gmail.com, / 58 76 76.
--
Sjón í fuglaeyga. 1961 (sambært framsýningarskránni er verkið eitt av fimm verkum, ið hava nummurini 12-16 og við romaratølunum I-V.)
Hav og land. 1960