September 26, 2024

Fyrilestur við Nils Ohrt: "Ingálvur og litirnir"

Hóskvøldið 3. oktobur kl. 20.

Hetta er fyrsti fyrilesturin í einari røð av tiltøkum, ið Listafelag Føroya skipar fyri í samstarvi við Listasavn Føroya.
Ingálvur av Reyni var ongantíð bangin fyri at endurnýggja seg.


Tann ógvisligasta broytingin í listini hjá Ingálvi av Reyni hendi tó í 1961, tá hann næstan fullkomiliga fór burtur frá myndevnum, ið kunnu kennast aftur. Eisini var tað av týdningi, at hansara higartil sterku andstøðulitir nú vórðu skiftir út við dempaðar, næstan svartar myndir.


Sjálvt um Ingálvur av Reyni seinni í lívinum tók frástøðu frá sínum litsterku málningum frá 1950’unum, teljast teir millum nakrar av teimum sterkastu og djarvastu myndunum í føroyskari list yvirhøvur. Harafturat eru málningarnir partur av einum miðsavnandi fyribrigdi í nútímans, evropeiskari list, nevniliga litinum, sum verður leysur frá náttúrueftirlíking. Tað er tann søgan, sum fyrilesturin fer at snúgva seg um.

Hjartaliga vælkomin til hetta tiltak hjá Listafelagi Føroya og Listasavni Føroya!

--

Hósdagin 3. oktobur hava Listasavn Føroya og kafe list opið kl. 11 - 21.

May 28, 2026

Culture Night at the National Gallery

Free entrance on 5th June from 11 am - 6 pm.
Les meira
May 19, 2026

Zacharias Heinesen 90

Artist Zacharias Heinesen turns 90 and the museum arranges a celebration on Wednesday, May 27 at 5 pm.
Les meira
April 30, 2026

Summer opening hours

From May 1st we're open every day from 11 am - 5 pm.
Les meira
April 20, 2026

Lecture: ‘Islands, ideas of the north, and the archival photograph: Women’s practice in Orkney, Shetland, Faroe Islands, Iceland and Greenland, 20th century.’

Lecture by Anne Renahan on Thursday night 30th April at 7.30 pm.
Les meira
April 10, 2026

Concert: Guðrun & Bartal at the National Gallery

Free concert on Thursday night, 16 April, at 7.30 pm.
Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16









Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands