Kvøldaropið: Samværi LIVE (SPRUTT)
Fríggjadag 2. august er kvøldaropið á Listasavni Føroya.
Tá ber til at uppliva listafólkaprát og performance-framførslur við útgangsstøði í Ólavsøkuframsýningi 2024 (SPRUTT) millum kl. 17 og 19. Tey, ið framføra hetta kvøldið eru Guðrið Poulsen & Rannvá Holm Mortensen, GUT// productions & Leikhús SKIFT og Vár B. Árting við RIVA. Ímeðan ber at uppliva útvarpsendingina Samværi, tá ið vertirnir, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta listafólk sum eru partur av ársins framsýning og tosa um verkini og list í breiðari merking.
Skráin fyri kvøldið:
Kl.17 Hillmar Høgenni, formaður fyri Listafelag Føroya bjóðar vælkomin.
17.15 Live-Samværi við Aldu Mohr Eyðunardóttir og Jórunn Reginsdóttir um kuratoriska toymi og framsýningarsniðið. Vertirnir eru Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk.
17.15-18.15 Performances við Guðrið Poulsen & Rannvá Holm Mortensen, GUT// productions & Leikhús SKIFT og Vár B. Árting við RIVA.
Alt vikuskifti verður møguleiki at uppliva listafólkini í Samværa Live.
Skráin er hendan:
2. august, kl.17: Jórunn Reginsdóttir og Alda Mohr Eyðunardóttir
3. august, kl.15: Rannvá Holm Mortensen & Guðrið Poulsen og Bjørk Ellindsdóttir Frýdal
3. august, kl.16: Sigmund V. P. Zachariassen & Gwenael Akira Helmsdal Carré og Tróndur Dalsgarð
4. august, kl.11: Vár B. Árting við RIVA (Búi Rouch og Rannvá G. Niclassen)
4. august, kl.13: GUT// productions & Leikhús SKIFT