November 23, 2023

Søguliga stór Mikines gáva til Listasavn Føroya

17 verk heim til føroya

Tað er við stórari gleði, at Listasavn Føroya kann kunngera, at Listasavnið hevur móttikið eina søguliga gávu við Mikines-verkum. Ikki færri enn 17 listaverk eftir føroyska listamannin Sámal Joensen-Mikines (1906-1979) hevur Listasavnið móttikið sum gávu. Verkini telja alt frá størri og smærri oljumálningum, grafikki, skitsum og akvarellum. Har ímillum vøkrum høvuðsverkum. Motivini variera millum føroysk og donsk landslagsmotiv, gransking av havinum, býarmyndir og harafturat kafémyndir.

Í desember 2021 tók Listasavn Føroya ímóti átta Mikines-málningum frá einum privatum eigara í Danmark, sum tá læt gávuna dulnevnt. Talan er um sama eigaran, sum nú gevur enn eina stóra gávu av verkum eftir Mikines. Vit eru fegin um at kunna fortelja, at gávugevarin er Birte Schultz-Lorentzen. 

Birte Schultz-Lorentzen var gift føroyskum manni og livdi í næstan 50 ár saman við Joanesi Torkil Mortensen í Nærum norðan fyri Keypmannahavn. Torkil var føddur og uppvaksin í Føroyum, men ferðaðist til Danmarkar sum 16 ára gamal. Parið hevði tokka til myndlist og tónleik. Serliga var tað list eftir føroyska listamannin Sámal Joensen- Mikines, ið vakti stóran áhuga. Saman keyptu tey fleiri verk til heimið beinleiðis frá listamanninum Mikines. Næstan 40 Mikines-verk keyptu tey yvir árini – til eina listasamling, ið samlað taldi yvir hundrað myndir. Í 1992 skipaði Birte fyri eini retrospektivari Mikines-framsýning í Den Frie Udstillingsbygningi í Keypmannahavn, og Mikines-verkini eru í fleiri førum lænt út til framsýningar; seinast í 2021 á Mikines-framsýningini á Johannes Larsen Museuminum í Kerteminde. Birte og Torkil vóru haraftrat við, tá Listasavn Føroya bleiv vígt í 1993, og tey høvdu ein virknan leiklut í minningarhaldinum á Mikinesar 100 áradegi í 2006 stutt áðrenn Torkil doyði.

“Listasavn Føroya móttekur hesa stóru og vøkru gávu við stórari eyðmýkt og virðing, og vit ynskja at takka Birte Schultz-Lorentzen fyri hesa sermerktu og ómetaligu gávu, ið nú verður ein partur av tí stóru føroysku listasamlingini á savninum. Hon verður til gagn og gleði fyri øll, ið hava áhuga í list í Føroyum. Gávan fer at verða sýnd á savninum einaferð á sumri 2024. Listasavnið hevur ætlanir um at hava almennar rundvísingar í listagoymsluni í nærmastu framtíð, har gávan verður víst fram til tey áhugaðu”, sigur Karina Lykke Grand, stjóri.

 

Viðkomandi slóðir:

Fotografiskar eftirgerðir av listaverkunum, ið eru latin <<

Innslag í Degi & Viku 24. novembur 2023

Video, Listasavn Føroya, 2023: 


May 1, 2025

Opening hours for the summer

From 1st May, the museum is open every day from 11 am - 17 pm.
Les meira
April 3, 2025

Exhibition opening: Bent Restorff

Friday 12th April from 4-6pm
Les meira
April 2, 2025

Easter decorations for the whole family

Everyone is welcome to make easter decorations at the National Gallery from 12 April - 21 April from 11 am - 4 pm.

There will be materials…

Les meira
April 2, 2025

Open by night - Thursday 3rd of April

On Thursday 3rd April the museum will be open from 11am - 8 pm.

There will be a special offer on posters this day: 3 for 2 - the cheapest o…

Les meira
March 27, 2025

The special exhibition "Threads" is open until 30th March

Last chance to see the special exhibition "Threads" is on Sunday 30th March.

The museum is open all weekend from 11-16 pm.

Read mor…

Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)









Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands