Fyrilestur: Føroysk tónleikasøga
Fyrilestur um føroyska tónleikasøgu við Knút Háberg Eysturstein hóskvøldið 2. november
Hvør er byrjanin til tónleik í Føroyum, og hvussu hevur tónleikurin ment seg gjøgnum tíðirnar? Fá innlit í føroysku tónleikasøguna hóskvøldið 2. november, tá Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur og tónleikari, heldur fyrilestur um evnið á Listasavni Føroya í sambandi við serframsýningina “Tónar í list”.
Fyrilesturin byrjar kl. 19.00 í forhøllini í Listasavni Føroya og varir í uml. 45 min. Ókeypis atgongd er til fyrilesturin. Listasavnið og Kafe list hava opið inntil kl. 20.00 hetta kvøldið.
Knút Háberg Eysturstein, f. 1980, er cand. mag. í tónleikafrøði og tónleikari. Umframt at hava givið tónleik út í egnum navni og verið við í nógvum tónleikaútgávum, hevur hann skrivað um, granskað og undirvíst í tónleiki. Hann er í løtuni Ph.d. lesandi og námslektari í tónleiki á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
The National Gallery of the Faroe Islands and Landsverk sign contract with Sp/f Búsetur for the expansion and renovation of the museum.
Concert: ANNA LOVISA MÝRI 29 March
Easter decorations for the whole family
Shrovetide masks at the National Gallery!
We are reinstalling the permanent exhibition
Exciting times ahead at the National Gallery.
We are currently reinstalling the permanent exhibition, which will open in the spring. Parts…