June 16, 2023

Framtíðartrygging og menning av Listasavni Føroya

Trý stig – ein heild

Góða menningin við teimum mongu gestunum og økta talið av skúlavitjanunum leggur trýst á teir núverandi fysisku karmarnar. Fyri at fylgja við eftirspurninginum, verður ein burðardygg ætlan um at framtíðartryggja, nýmótansgera og dagføra Listasavn Føroya løgd fram. Listasavn Føroya miðar eftir at fáa framtíðartryggjaðar karmar, sum seta gestin, børn og ung, listina og listafólkini í miðdepil.

Ætlanin er í trimum pørtum: Hølið til serframsýningar fær eitt neyðugt lyft, fasta framsýningin verður økt við einum sali, og Føroyar fáa sín fyrsta barnaverkstað, ið verður karmur um skapandi virksemi og myndlistaskúla. Verkætlanin er tillagað umhvørvið og í samljóði við Viðarlundina, samstundis sum arkitektururin fer at fríðka um umhvørvið.

Serframsýningar í tíðarhóskandi kørmum

Savnsbygningurin frá 1970 er í dag niðurslitin og livir ikki upp til nútímans mál fyri savnsvirksemi. Tí kann savnið ikki læna listaverk frá útheiminum ella skipa fyri altjóða framsýningum til gagns fyri gestirnar. Tí eru ætlanir um at gera neyðugar dagføringar av bygninginum við støði í sama úttrykki, sum upprunaligi bygningurin, og í sama anda sum upprunaligi Listaskálin. Takið fær tað sama eyðkenda skapið við skákgangandi toppum við ljósbondum. Innaní fara tey stóru, broytiligu rúmini at verða varðveitt, og bygningurin fær tíðarhóskandi ventilatión, ljósumstøður og eina lyftu, sum gevur øllum atgongd á jøvnum føti. Við hesum kann listin upplivast í tíðarhóskandi og tryggum karmum, og savnið kann miða eftir at gera altjóða samstørv um framsýningar og miðlan. Arkitekturin handan upprunaliga Listaskálan frá 1970, J.P. Gregoriussen, náddi at síggja skitsutekningarnar til dagførdu verkætlanina og stuðlaði og tók undir við ætlanini, áðrenn hann andaðist í 2021.

Tilbygningur – Tann fjórða pyramidan og takterassa

Savnið hjá Listasavni Føroya er økt við fleiri enn 50% tey seinastu 30 árini. Hetta hevur við sær, at fleiri høvuðsverk eru í goymsluni og ikki sýnd fram. Harafturat hevur savnið ikki umstøður at vísa ta nýggjastu samtíðarlistina, fotomyndir, video og annað.

Í byggiætlanunum til tað upprunaliga savnið frá 1993 var ætlanin at byggja ein fjórða stóra framsýningarsal, sum eitt framhald av teimum trimum núverandi salunum. Savnið ynskir at fremja hesar ætlanir fyri at fáa pláss til tað skjótt vaksandi savnið av list. Í ætlaða salinum verða hóskandi karmar til at sýna fram standmyndir og verk, sum eru viðkvom fyri ljósi, sum til dømis fotomyndir, grafikkur og videolist.

Bygningurin fer at vera í sama kvadratiska formi sum hinir tríggir salirnir, men hann verður klæddur við organiskt formaðum viði, eins og bygningurin til serframsýningar. Á takinum verður ein terassa við grønum uttanduraøki við útsýni yvir Listasavnið, Viðarlundina og Havnina.

Barnaverkstaður og fyrilestrasalur

Nógv børn vitja Listasavn Føroya dagliga, men savnið er bygt uttan karmar til skúlatænastu, kreativan verkstað, myndaskúla og uttan nóg nógv ves og klædnagoymslu til børn og ung. Savnið upplivir stóran eftirspurning frá skúlunum og barnafamiljunum, og við einum barnaverkstaði verða børn og ung sett enn meira í miðdepil. Barnaverkstaðurin er tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Her kunnu skúlaflokkar, dagstovnar, barnafamiljur og ungir listaspírar fordjúpa seg í skapandi virksemi.

Ein glasdurur knýtir forhøllina á savninum saman við barnaverkstaðin. Barnaverkstaðurin fer eisini at hava fyrilestrasal og ein open-studio verkstað, har listafólk kunnu skipa fyri verkstovum.

Økið við barnaverkstaðin verður fríðkað við nýggjum rásum og einum grønum garði við sitiplássum og standmyndaspæliplássi.

Uppskotið hevur savnið gjørt í samstarvi við BRIM Arkitektar.

Verkætlanin hevur fingið tilsøgn um stuðul frá: Augustinus Fonden, Aage og Johanne Louis-Hansen Fond, Villum Fonden og Føroya Landsstýri.

 

Viðkomandi slóðir:

Røða - Karina Lykke Grand: Tale_Karina Lykke Grand_16.6.2023.pdf 

Pressumappa: Myndir - Tekstir

Ljóðarin við Gunnar Nolsøe (15.06.23)

Innslag úr Degi og Viku (16.06.23)

 

May 21, 2025

Culture Night at the National Gallery

The annual culture night will be held in Tórshavn on Friday 6th June. The museum offers free admission all day from 11 am - 6 pm.
Les meira
May 1, 2025

Opening hours for the summer

From 1st May, the museum is open every day from 11 am - 17 pm.
Les meira
April 3, 2025

Exhibition opening: Bent Restorff

Friday 12th April from 4-6pm
Les meira
April 2, 2025

Easter decorations for the whole family

Everyone is welcome to make easter decorations at the National Gallery from 12 April - 21 April from 11 am - 4 pm.

There will be materials…

Les meira
April 2, 2025

Open by night - Thursday 3rd of April

On Thursday 3rd April the museum will be open from 11am - 8 pm.

There will be a special offer on posters this day: 3 for 2 - the cheapest o…

Les meira
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Opening hours
From 1 May - 31 October
Monday - Sunday 11 - 17

From 1 November - 30 April
Monday, Thursday to Sunday 11 - 16

(1th Thursday every month 11 - 20)









Admission
Adults: 90 DKK
Senior discount ticket: 70 DKK
Students: 25 DKK
Children and young people under 20 years: free

Group discount min. 12 adults: 60 DKK per person

Annual pass for one: 225 DKK
Annual pass 1+1 - bring a friend for free: 300 DKK

The annual pass includes free entrance to the museum as well as free admission to guided tours, concerts and events.

In addition to that, you get 10% discount on posters, books and postcards as well as 10% discount in the museum café.
+298 223579 / 503763
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands