Útgávukonsert: Eyði Horsdal við bólki
Leygardagin 25. mars hevur Eyði Horsdal útgávukonsert í sambandi við, at heildarútgáva hansara "Songs with Eva" kemur út.
Konsertin verður hildin á Listasavni Føroya kl. 16. Kafe List hevur eisini opið.
Í bólkinum eru:
● Eyði Horsdal (sang, guitar og klaver)
● Eva Perrin Fontana (yrkingar og sang)
● Albert Karch (trummur og orgul)
● Kristian Pauli Ellefsen (klaver og strúk)
● Arnold Ludvig (bass og guitar)
"Songs with Eva" er ein stillfør, sjarmerandi og innilig útgáva. Eyði hevur skrivað 16 sangir burtur úr yrkingum eftir Evu Perrin Fontana. Sangirnir eru bæði lættir og hugnaligir, eins og teir rúma dýpd og álvarsemi. Lagt er upp til eina serstaka, nærverandi og ikki minst hugnaliga konsert.
Høvi verður eisini at ogna sær vælljóðandi og góðskuríku LP’ina "Songs with Eva", ið er í vøkrum húsa, sum Mirjam Jørgensen hevur sniðgivið. Útgávan verður eisini tøk á talgildu tónleikapallunum.
29 ára gamli sangskrivarin Eyði Horsdal letur fríggjadagin 24. mars úr hondum fyrstu heildarútgávu sína: "Songs with Eva". Longu nú ber til at hoyra stakløg av útgávuni talgilt.


Opening hours for the summer
Exhibition opening: Bent Restorff
Easter decorations for the whole family
Everyone is welcome to make easter decorations at the National Gallery from 12 April - 21 April from 11 am - 4 pm.
There will be materials…
Open by night - Thursday 3rd of April
On Thursday 3rd April the museum will be open from 11am - 8 pm.
There will be a special offer on posters this day: 3 for 2 - the cheapest o…
The special exhibition "Threads" is open until 30th March
Last chance to see the special exhibition "Threads" is on Sunday 30th March.
The museum is open all weekend from 11-16 pm.
Read mor…